Ikki búgvin til evropeiskan fótbólt

 Meining 

Ruðuleikin seinastu dagarnar um dystin millum B36 og Skála hevur víst okkum á, at samskipan av føroyskum landskappingardystum og dystum í Evropa ikki er nóg góð.

Mín meining er, at feløgini, sum umboða Føroyar í Evropa, mugu vera klár upp á at spæla tveir dystir um vikuna tað tíðarskeiðið, tey eru við í Evropa.

Sjálvandi skal bera til at flyta dystir ein ella tveir dagar fyri at hjálpa føroysku feløgunum í Evropa. Men at flyta dystirnar fleiri vikur fram hevur keðiliga ávirkan á føroysku kappingina, sum endar við at vera ein hurlivasi, har feløgini ikki hava spælt líka nógvar dystir, og í seinasta enda er ofta torført at finna pláss í dystarskránni at spæla útsettu dystirnar.

Tað síggja vit eisini beint nú, har tað ljóðar, at FSF arbeiðir við at flyta seinasta dystarumfar til komandi vikuskifti. Hetta eigur sjálvandi ikki at koma fyri, og tí eigur fótbóltssambandið at fáa nógv greiðari mannagongdir, vera nógv støðufastari og gera alt fyri at halda føroysku kappingina óskalaða. 

Í aktuella førinum skuldu B36 og Skála sjálvandi havt spælt sunnudagin, áðrenn B36 fór av landinum at umboða Føroyar.

Hvussu gera onnur lond?

Hyggja vit til onnur lond, so veit eg ikki um nakað land, har  dystir verða fluttir úr dystarumfarinum. M.a. sóu vit, at mótstøðuliðið hjá B36, Viborg, spældi sama sunnudag, sum dysturin millum B36 og Skála skuldi spælast. 

Hinvegin er púra vanligt at flyta dystirnar nakrar dagar aftur til fram fyri at hjálpa feløgunum, sum eru við í evropeisku kappingunum. Serliga eru fótbóltssambondini í Spania og Italia røsk at flyta dystir, so leikarar fáa ein ella tveir dagar eyka hvíld undan týðandi dystum í Evropa.

Í Onglandi er fótbóltssambandið harafturímóti ikki serliga samstarvshugað við feløgini, og ofta hoyra vit venjarar hjá ensku stórfeløgunum grenja um tøttu dystarskránna.