Elias hevur altíð búð í Hoyvíkshøllini


Í dag gjørdist greitt, at sera evnaríki hondbóltsleikarin úr Hoyvík, 17 ára gamli Elias Ellefsen á Skipagøtu, komandi árini skal spæla við svensku meistarunum IK Sävehof úr Partille beint uttanfyri Gøteborg. IK Sävehof er eisini kent fyri at skipa fyri heimsins størstu hondbóltskapping, Partille Cup, sum hvørt summar er í Gøteborg, og har hava nógv føroysk lið verið við tey seinastu nógvu árini.


Elias í Partille Cup í Gøteborg í 2013. Frá næsta kappingarári fer hann at spæla við IK Sävehof  úr Partille (mynd h71.fo)


Elias er vaksin upp í eini hondbóltsfamilju burturav. Øll hava spælt hondbólt, og øll eru partur av dagliga arbeiðnum í H71. So tað lá akkurát sum í kortinum, at Elias skuldi verða hondbóltsleikari.

Øll, sum búgva í Hoyvík og dagliga hava koyrt eftir Vegnum Langa, hava sæð Elias, beiggjarnar og systkinabørnini, øll abbabørn hjá fyrrverandi løgmanni Paula Ellefsen, fara gangandi og stundum rennandi yvir í Hoyvíkshøllina. Tað hava tey gjørt ár út og ár inn, og tey munnu eiga minst líka nógvar tímar í Hoyvíkshøllini sum heima við hús.

Ein av fyrstu venjarunum hjá Elias var legendariski venjarin, Svanna Hanusardóttir, sum stríddist við at læra hoyvíksbørn undir skúlaaldur fótskifti og aðrar hondbóltssnildir.



Á myndini, sum er úr bókini Fysiologi eftir Svannu Hanusardóttir og Magna Mohr, sum Nám gav út í 2013, leggur Svanna nøkrum børnum lag á. Men har er ein drongur, sum ikki tímir at vera við. Tað er Elias, sum situr aftast á myndini og lúnar. Hendan dagin var hugurin ikki so góður.

Tað var skjótt greitt, at Elias og systkinabarnið Pauli Mittún, skaraðu framúr samanborið við sínar javnaldrar, og eg minnist eina U8-kapping, har ein venjari hjá einum øðrum felagi fekk gron, tí at annar teirra, sum tann dystin stóð í mál, kastaði bóltin hart tvørtur um allan vøllin í hitt málið. Hetta hevði tann annars royndi venjarin ikki sæð fyrr.

Elias gjørdist partur av einum sera góðum og stórum 2002-árgangi í H71, sum í dag myndar, so at siga alt tað kenda U17/18- landsliðið. Við góðum pápavenjarum, sum fleiri høvdu hollar royndir sum hondbóltsleikarar, fingu hesir dreingir frá fyrsta degi, sera góða og nógva venjing.

Umframt regluligu venjingina, so var sum nevnt, hvør einasta fríløta brúkt í høllini. Var stongt, so funnu teir kortini vegin inn. Okkurt vindeyga var sett á glopp, onkur steinur varð settur í hurðarkarmin, so hurðin ikki fór í lás, og onkuntíð var neyðugt at "læna" lykilin frá onkrum av foreldrunum.



Tað lá eisini væl fyri at spæla fótbólt hjá Elias. Hann spældi í HB, og hevði hann valt at satsa upp á fótbóltin, so hevði hann uttan iva verið ein av stjørnunum har. Okkurt meistaraheiti varð tað eisini til, og á myndini omanfyri, sæst Elias (ovast, uttast høgrumegin) sum partur av føroyameistarunum í U14 hjá HB fyri nøkrum árum síðan.

Men Elias valdi sjálvandi hondbóltin, og seinnu árini, síðan páparnir sleptu endanum, hevur m.a. frálíki ungdómsvenjarin í H71, Mark Lausen-Marcher ment hendan evnaríka smádreingin til at verða ein av evnaríkastu hondbóltsleikarum í heiminum.

Eftir eitt ár í elituakademiinum í Skanderborg, spælir Elias hetta kappingarárið við H71, og vit hondbóltsáhugaðu mugu bara njóta at síggja ein slíkan hondbóltsúrmæling hesar mánaðirnar til kappingarárið endar. Tí tað kann gerast leingi til vit aftur síggja Elias í føroysku landskappingini. 

Fryntligi smádrongurin við skálkabrosinum er nú vaksin og klárur at fara út í stóru verð at royna hondbóltseydnuna. Men felagskensluna í H71 hevur hann ikki gloymt, tí so seint sum í vikuskiftinum dømdi hann ein dyst hjá yngri børnum í H71.

Góða eydnu í Svøríki, Elias :-)