Eitt lítið fet rætta vegin


Stutt samanumtøka av HM-undandystunum hjá manslandsliðnum í hondbólti
Føroysku menninir vóru ikki heilt klárir fyrsta dystin móti Litava, og tað varð revsað. Annar dysturin móti Slovakia var heilt klárt besta føroyska avrikið, hóast vit taptu við einum máli. Seinasti dysturin móti Luksemborg var ein sera vánaligt spældur hondbóltsdystur, men vit fingu víst, at Føroyar hevur tikið seg fram um Luksemborg seinnu árini, og fyri fyrstu ferð vunnu Føroyar ein HM-undandyst.

Skermmynd frá kvf.fo

Úrslitini:
Litava - Føroyar 36-25 (18-12)
Føroyar - Slovakia 25-26 (13-14)
Føroyar -Luksemborg 24-22 (11-10)

Litava vann kappingina og spældi seg víðari í HM-undankappingini.

Ikki klárir

Fyrsti dysturin móti Litava minti okkum um "søguna um fótbóltslandsliðið", sum alt ov ofta ikki sýnist at vera heilt til reiðar, tá ið dystirnir byrja.

Tað var eisini revsað hart, og vit komu ongantíð aftur í aftur í dystinum móti Litava

Móti Slovakia sýntust vit heldur ikki heilt til reiðar, men eftir støðuna 7-2 kláraðu vit kortini at koma aftur í aftur, og spældu klárt besta dystin í kappingini.

Ætlar landsliðið at taka seg fram næstu undankapping, má hesin óvanin, ikki at vera til reiðar, fást av vegnum.

Fáar bjargingar

Málverjarnir báðir, Nicholas Satchwell og Tóraldur Kollsker, spældu seg ongantíð upp í hesi kappingini, og tá ið hugsað verður um, hvussu nógv málmansspælið hevur at siga fyri úrslitið í hondbólti, so var vánaliga málmansavrikið, so avgjørt viðvirkandi til, at úrslitið ikki varð betri.

Málverjarnir skulu ikki hava alla skuldini, og serliga í fyrsta dystinum fingu teir millum lítla og onga hjálp frá verjuni. Verjan var frægari hinar dystirnar.

Kjartan Johansen gekk á odda

Vit kunnu staðfesta, at fyri tíðina er Kjartan Johansen tað sterkasta vápni í føroyska álopsspælinum. Hann bæði skjýtur og leggur upp til mál. Hann dugir sera væl at taka tær røttu avgerðirnar í álopsspælinum. Stuttligt at síggja, hvussu ungi strandingurin hevur ment seg sum hondbóltsspælari, síðan hann fór til Noregs at spæla.

Ungt landslið

Tá ið hugsað verður um, at besti hondbóltsaldur er umleið 30 ár, so er okkara landslið sera ungt. Bert heilt fáir leikarar eri eldri enn 25 ár, og bara Rókur Akralíð er farin um tey 30.

Tað er at vóna, at fleiri av dagsins landsliði halda fram at spæla hondbólt í fleiri ár. So kunnu vit um nøkur ár  fáa eina blanding av royndum og ungum leikarum, tá ið komandi árgangir koma upp á A-landsliðið.

Væntast kann, at nakrir í 2002-árganginum, sum kláraði seg fram væl í altjóða kappingum í fjør, heilt skjótt verða at síggja á A-landsliðnum, og tá er møguleiki fyri, at landsliðið lyftir seg upp á eitt annað stig, tí har eru nakrir sera evnaríkir leikarar.

Tað einasta, sum ikki má henda, er, at landsliðsarbeiðið steðgar upp nú.