Áki til Borchers og umvent

Fjórðingsfinala, Løgmanssteypið: B36 - HB 0-2 (0-0)
Tvey mótálop og tvær tvørsendingar avgjørdu reellu “finaluna” í steypakappingin, tá ið havnarfeløgini B36 og HB spældu fjórðingsfinalu í Gundadali í kvøld.

Nógvir áskoðarar høvdu leitað sær í Gundadal, nú ársins fyrsta lýkka rakti høvuðsstaðin. Tey vóru vitni til ein sera vánaligan fyrra hálvleik, har B36 var eitt vet betri.

Í seinna hálvleiki økti HB leikferðina, og eftir eitt mótálop skallaði Mads Borchers eitt frálíkt innlegg frá Áka Samuelsen í málið. Løtu seinni hevði B36 bóltinum málinum, men linjudómari hevði flaggið á lofti.

Í staðin avgjørdi HB dystin. Nú býttu Borchers og Áki um. Borchers setti í mótálopið ferð á í vinstru síðu, og í hinumegin tók Áki ein ordiligan rennitúr, fekk bóltin frá Borchers, legði hann til rættis, og skoraði hegnisliga úr spískum vinkli.


Ónøgd í HB-húsinum
Ónøgdin var til at hoyra upp á í HB-húsinum í hálvleikinum. Tað var eisini væl skiljandi eftir ein sera vánaligan fyrra hálvleik, har bæði HB og B36 tyktust at vera sera varin.

Mads Borchers hjá HB hevði eitt skot í síðunetið tíðliga í dystinum. Men annars var eitt lítið sindur meira bit í álopinum hjá B36, hóast tað ikki gjørdist til nakran veruligan málmøguleika.

Serliga royndi B36 at senda kviku veingirnar, Hannis Agnarsson og Bjarka Nielsen, avstað í góðar støður, sum kortini ikki gjørdust veruliga vandamiklar.

Hjá HB gekk uppspælið seint og stirvið, og teir megnaðu als ikki at finna pláss á vøllinum at spæla fram eftir. B36 hevði fult tamarhald, og HB endaði sum oftast við at senda langar bóltur fram í ongamannaland.

HB strammaði skrúvuna
Í seinna hálvleiki kom eitt heilt annað HB-lið á vøllin. Samuel Chukwudi kom eftir nakrar minuttir inn í miðverjuna, og Viljormur Davidsen fór úr miðverjuni út á vinstra bakk. Haldi vit kunnu staðfesta, at Viljormur er bakkur og ikki miðverji, og serliga gekk illa hjá honum í fyrra hálvleiki í grundspælinum at fáa bóltin út í vinstru síðu. Sá út til, at hann bara er vanur at spæla til høgru, sum ein vinstri bakkur jú ger fyri tað mesta.

Grundspælið hjá HB heilt har afturi á vøllinum fór í hvussu er at ganga skjótari, og tað skapti pláss longri frammi á vøllinum. Serliga í høgru síðu kom lív í, og Hanus Sørensen á bakkinum og Áki Samuelsen á veinginum vóru nú ein veruliga hóttan fram eftir síðuni.

Áki og Borchers
Tá ið 70 minuttir vóru spældir, vóru nakrar útskiftingar framdar, sum ávirkaðu dystin. Ein av hartarbeiðandi miðvallaranum hjá B36, Erlendur Magnussen fór út við skaða, og HB skifti eisini svian Emil Berger út við danan Matthias Præst Nielsen. Tað sá út til, at Præst dugdi betri enn Berger at venda sær og finna pláss fram eftir vøllinum, og løtu seinni komu málini.

Fyrra málið kom í 76. minutti, tá ið HB kláraði at spæla seg úr høgum trýsti frá B36. Endin varð, at Áki Samuelsen førdi bóltin fram í høgru síðu, meðan Hanus Sørensen fór í yvirlapp. Áki valdi tó áraka brotsteigarmarkið, at senda bóltin innfyri, og bólturin lá sum stoyptur hjá Mads Borchers at skalla í málið.

HB-viðhaldsfólkini høvdu ikki fingið armarnar niður aftur, tá ið B36 hevði bóltin í HB-málinum. Men linjudómarin stóð longu við flagginum uppi, og HB slapp við hvøkkinum.

HB avgjørdi dystin nakrar minuttir seinni. Eli Falkvard Nielsen kláraði als ikki at fylgja við Mads Borchers í vinstra borðið. Tað sá út til, at bara Mikkel Dahl náddi at koma fram við, men heilt í hinari síðuni kom Áki Samuelsen tuskandi fram eftir púra einsamallur, fekk bóltin frá Borchers við einari langari flatari tvørsending, legði bóltin til rættis og skoraði.

HB er stórfavorittur
Nú vóru 80 minuttir spældir, og B36 hevði hóast rímiligt spæl í fyrra hálvleiki ikki havt ein einasta veruligan málmøguleika.

Nú mátti B36 spenna álopsbogan, og legði nógv fyri at koma inn í dystin aftur. Tað varð tó mest til vandamiklar støður og ein góðan møguleika, tá ið Michal Przybylski skallaði beint á Teit Gestsson málinum hjá HB.

Alt í alt ein uppiborin HB-sigur, og liðið hjá HB sær út til at gerast sera væl mannað, nú fleiri leikarar eru um at verða klárir aftur.

Samuel Chukwudi byrjar veruliga at vísa síni evni, og skal bara hava nakrar dystir á rað, Hørður Askham kom inn fyri fyrstu ferð í ár, og skjótt vera eisini Tróndur Jensen og Heri Mohr klárir, umframt at alt bendir á Daniel Johansen kemur aftur til HB í summar. So nýggi venjari hjá HB Jákup Martin Joensen kann skjótt fáa ein ordiliga luksustrupulleika.

HB er nú stórfavorittur at vinna steypakappingina. Í hálvfinalunum møta teir 07 Vestur, meðan B68 og EB/Streymur spæla í hinum hálvfinalunum.


 
Hálvfinalurnar verða leiktar 28. juni og 27. septembur