Føroyar eru bólki D saman við Noregi, Slovenia og Pólandi í EM-endaspælinum manshondbólti, sum verður í Týsklandi í januar 2024.
Tað var úrslitið av lutakastinum, sum var í Düsseldorf nú seinnapartin.
Bólkur D verður spældur í Berlin, so tað kann væntast at hundraðtals føroyingar leggja leiðina til týska høvuðsstaðin í døgunum frá 10. til 16. Januar 2024.