HB tók oddasessin aftur, og B36 vann á AB


Tveir dystir á Tórsvølli í gjár, og bæði havnarfeløgini vunnu sínar dystir. B36 vann 3-0 móti AB, og HB vann 4-2 móti ÍF og endurvann harvið oddasessin í Betri Deildini.

Uros og ÍF góvu HB mótstøðu
HB-ararnir tyktust sera uppsettir eftir ósigurin móti KÍ seinasta vikuskifti. HB hevði eisini alt spælið so at siga allan dystin.

Danski stórskjúttin hjá HB, Mikkel Dahl legði HB fram um í 20. minutti, og HB helt fram at trýsta.

Meðan HB skuldi hava nógv álop fyri at skora, so skoraði ÍF í fyrstu atsókn. Hálvur tími var spældur, tá ið stórskjúttin hjá ÍF, Uros Stojanov skallaði bóltin í málið eftir hornaspark.

HB helt fram at hava alt spælið, og Mattias Nygaard og Bartal Wardum løgdu HB fram um 3-1, áðrenn Uros Stojanov við seinasta sparkinum fyri hálvleik minkaði til 3-2. Uros vann ein tvídyst við Samuel Chukwudi, og so hamraði hann bóltin flatt í málið.

Tíggju minuttir eftir steðgin skoraði Mikkel Dahl sítt tíggjanda mál hetta kappingarárið. HB helt fram at hava alt spælið, og helt ÍF á egnari hálvu so at siga allan hálvleikin. Men ÍF vardi manniliga og megnaði at halda HB frá at skora fleiri mál.


Troyttir B36-arar vunnu uppiborið.
Hóast B36-ararnir helst eru troyttir eftir hørðu dystarskránna seinastu vikurnar, so vunnu teir ein uppibornan sigur móti AB á Tórsvølli í dag.

B36 hevði bóltin fyri tað mesta, men AB var kortini væl við, og B36 kom ikki til nógvar málmøguleikar.

AB hevði fleiri góðar støður, men tað sá ofta út sum, at AB hevur gloymt, at fótbóltur handlar um at skora mál. Tað gekk ov seint fyri seg, og tað manglaðu menn inni í brotsteiginum, tá ið møguleikin var har.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom B36 fram um, tá ið Sonni Ragnar Nattestad setta høvdið á eitt hornaspark, og so var 1-0.

Sonni Ragnar var eisini við í næstan øllum atsóknunum hjá B36 í fyrra hálvleiki, og nakrar ferðir var nær við, at hann økti eftir deyðbóltar.

Tíðliga i seinna hálvleik legði Andrass Johansen B36 fram um 2-0 við einum skallara.

Øll hildu, at AB setti spenning aftur í dystin, tá ið Lawal skoraði eftir eitt mótálop. Men linjuverjin fann eina rangstøðu, sum var sera torfør at fáa eyga á, eisini tá ið hugt var um aftur í sjónvarpi.

Endin var, at 18 ára gamli Andrass Johansen í yvirtíðini skoraði sítt annað mál, og so vann B36 3-0.



Víkingur vann aftur í yvirtíðini

Í Gøtu eydnaðist Víkingi annan dystin á rað at vinna í seinastu løtu. Finnur Justinussen hevði lagt Víking fram um, og Ronni Møller Iversen javnaði fyri Skál. Í yvirtíðina tryggjaði Bogi Reinert Petersen sigurin fyri Víking.

Betri Deildin Menn
B36 - AB 3-0 (1-0) (dysturin á FaroeSoccer)
HB - ÍF 4-2 (3-2) (dysturin á FaroeSoccer)
Víkingur - B36 2-1 (1-0) (dysturin á FaroeSoccer)