Sum væntað, so hevði HB alt spælið frá byrjan í dystinum, og vit sóu enn einaferð, hvussu stórur munur er á oddinum og botninum í føroyskum fótbólti.
Tað tyktist bara spurningur um tíð, áðrenn HB fekk hol, og tá ið 20 minuttir vóru spældir, skoraði Hilmar Leon Jakobsen, tá ið ein bóltur datt fyri føturnar á honum eftir eitt hornaspark.
Beint ímóti gongdini í spælinum, so javnaði EB/Streymur í 25. minutti í sínum fyrsta veruliga álopi. Málið var næstan kopi av fyrsta málinum hjá HB, og Andras Olsen setti bóltin í málið.
HB svaraði beinanvegin aftur, tá ið Daniel Johansen sendi eitt langskot í málið við sínum gylta vinstra beini.
HB legði fyri við einum øgiligum trýsti í seinna hálvleiki, og tað gav skjótt úrslit.
Í kvøld vísti Adrian Justinussen, at hann er um at koma fyri seg aftur, eftir drúgva skaðasteðgin í summar. EB/Streymur gjørdi gjøgnum allan dystin alt fyri at forða Adrian at koma til skot, men tá ið hann tríggjar minuttir eftir steðgin slapp at reka inn í brotsteigin úr vinstru síðu og skjóta við høgra beininum, og so var sjálvandi mál.
Nú var dysturin í veruleikan avgjørdur. EB/Streymur, sum næstan ikki var frammanfyri miðjuna fyrstu 25 minuttirnar av seinna hálvleiki, valdi eftir hálvan tíma at satsa meira fram eftir vøllinum. Tað gav sundalagsmonnum nakrar góðar støður í álopspartinum, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið.
Í staðin revsaði HB EB/Streym. Innskifti Tróndur Jensen sendi staddur mitt á miðjuni hegnisliga bóltin víðari til Hilmar Leon, sum rak fram við verjuni hjá EB/Streymi og sendi bóltin flatt í málið við vinstra beininum.
Nakrar minuttir seinni skallaði Øssur Dalbúð bóltin í málið til úrslitið 5-1.
HB er nú fýra stig frammanfyri KÍ í stríðnum um at gerast besta lið í Føroyum. Tað sær tí gott út hjá HB, sum mánadagin spælir grannadyst móti B36 á Tórsvølli.
Sunnudagin kann EB/Streymur veruliga staðfesta góða kappingarárið hjá teimum, tá ið teir fara til Fuglafjarðar at spæla móti ÍF í dystinum um sætta plássi í Betri Deildini.
EB/Streymur – HB 1-5 (1-2)
0-1, 20. Hilmar Leon Jakobsen
1-1, 24. Andras Olsen
1-2, 26. Daniel Johansen
1-3, 48. Adrian Justinussen
1-4, 77. Hilmar Leon Jakobsen
1-5, 82. Øssur Dalbúð
Dysturin á FaroeSoccer
Tveir aðrir dystir vóru í dag.
NSÍ vann ein hart vunnan 1-0 sigur móti TB í Trongisvági. Jann Benjaminsen skoraði málið stutt eftir steðgin.
Á Skála spældu Skála og ÍF málríkan 4-4 javnleik. Filip Djordjevic legði ÍF fram um við tveimum málum. Kristian Martin Jakobsen og Andreas Jacobsen javnaðu fyri hálvleik. Ronni Møller-Iversen legði Skála fram um 3-2. Filip Djordjevic javnaði fyri ÍF, áðrenn Uros Stojanov legði ÍF fram um 4-3. Langt inni í yvirtíðini javnaði Jóhan Johansen fyri Skála til 4-4.
NSÍ vann ein hart vunnan 1-0 sigur móti TB í Trongisvági. Jann Benjaminsen skoraði málið stutt eftir steðgin.
Á Skála spældu Skála og ÍF málríkan 4-4 javnleik. Filip Djordjevic legði ÍF fram um við tveimum málum. Kristian Martin Jakobsen og Andreas Jacobsen javnaðu fyri hálvleik. Ronni Møller-Iversen legði Skála fram um 3-2. Filip Djordjevic javnaði fyri ÍF, áðrenn Uros Stojanov legði ÍF fram um 4-3. Langt inni í yvirtíðini javnaði Jóhan Johansen fyri Skála til 4-4.