Champions League, hálvfinala
RB Leipzig – Paris SG 0-3 (0-2)
Paris vann rímiliga lættliga 3-0 móti RB Leipzig í hálvfinaluni í Champions League. Fronsku meistararnir høvdu yvirvág í spælinum meginpartin av dystinum, og sigurin var fult uppiborin.
Marquinhos legði Paris fram um longu í 13. minutti, og nakrar minuttir fyri hálvleik gjørdi Angel Di Maria tað til 2-0.
RB Leipzig skuldu verða glaðir fyri, at Paris ikki førdi meira í hálvleikinum, tí stjørnurnar í Paris SG spældu sera væl í kvøld.
Fyrst í seinna hálvleiki gjørdi Leipzig eina veruliga roynd at leggja trýst á Paris, og tað eydnaðist partvíst. Men tað varð ikki til nakran veruligan møguleika hjá týskarunum, og Paris fann skjótt út av at spæla seg út úr trýstinum.
Í 58. minutti avgjørdi Paris dystin, tá ið Juan Bernat, skoraði til 3-0. Nú megnaði Leipzig ikki at koma við í dystin aftur. Evnaríku leikararnir hjá Paris sóu veruliga út til at hugna sær á vøllinum og spældu sigurin trygt í hús.
Í finaluni skal Paris spæla móti vinnaranum í hinari hálvfinaluni millum Bayern München og Lyon, sum verður spæld í annaðkvøld.
Champions League, hálvfinala
RB Leipzig – Paris SG 0-3 (0-2)
0-1, 13. Marquinhos
0-2, 42. Angel Di María
0-3, 58. Juan Bernat
Dysturin á uefa.com