Bayern í finaluna í Champions League


Champions League, hálvfinala
Olympique Lyon - Bayern München 0-3 (0-2) 

Bayern München spældi seg rímiliga lættliga í finaluna í Champions League, tá ið teir vunnu 3-0 á Lyon. 


Áðrenn Bayern kom framum, hevði Lyon nakrar rættiliga góðar møguleikar, og tað hevði ikki verið órættvíst, um fransmenninir høvdu komið fram um. Men ein blanding av vánaligum skotum og góðum málmansspælið hjá Manuel Neuer gjørdi, at Lyon ikki skoraði. Og tá ið tú ikki skorar upp á tínar møguleikar móti einum so góðum liðið sum Bayern, so verður tú revsaður.

Burtur úr ongum, rak Serge Gnabry inn móti brotsteiginum og hamraði eitt langskot í málið. Tá vóru 18 minuttir spældir, og 15 minuttir seinni avgjørdi sami Gnabry so at siga dystin, tá ið hann var fyrstur á einum leysum bólti, eftir at málverjin hjá Lyon hevði bjargað.

Í seinna hálvleiki royndi Lyon at koma aftur, og teir høvdu eisini ein rimmar møguleika. Aftur hesa ferð bjargaði Neuer.

Tveir minuttir fyri tíð varð dysturin endaliga avgjørdur. Robert Lewandowski gjørdi tað til 3-0 við einum frálíkum skallara, og so hevði hann skorað sítt 15. mál í 10 dystum í ársins Champions League. Metið á 17 mál eigur Cristiano Ronaldo.

Sunnudagin kl. 20.00 spælir Bayern finaluna móti Paris SG

Olympique Lyon - Bayern München 0-3 (0-2)
0-1, 18. Serge Gnabry
0-2, 33. Serge Gnabry
0-3, 88. Robert Lewandowski

Dysturin á uefa.com