H71 bæði beinini í finaluni

Faxe Kondi Steypakapping kvinnur, fyrra hálvfinalan
Neistin - H71 26-35 (14-17)


Neistakvinnur gjørdu alt, sum var síni makt Men tað var tað ikki nokk, móti væl smurdu hondbóltsmaskinuni úr Hoyvík.

Hóast dysturin var eitt sindur rokaligur við hørðum og kontantum verjuspæli, so var stundum talan um ein góðan og undirhaldandi dyst.

Neistavenjarin royndi frá byrjan at taka H71 á bóli við taktiska leikinum at mansverja Janu Mittún og at liggja langt frammi í Mariu Halsdóttir Weyhe. Hetta riggaði eisini eina løtu, og Neistin kom á odda 4-1.

Jana bakkaði úr spælinum, og so skuldi verið gott pláss hjá H71 at spælt 5 móti 5. Mansverjan tyktist tó at órógva H71 nokk so nógv, og eingin rútma og eingin breidd var í spælinum. Men føroya besta kvinnulið hevur tó nógvar streingir at spæla upp á, og við sera góðum einstaklingaspæli frá serliga Mariu Veyhe, men eisini frá Vár Zachariassen, svaraði H71 skjótt aftur, og so fylgdust liðini fram til miðjan fyrra hálvleik.

Hjá Neistanum var tað sum vanligt Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið gekk á odda í álopsspælinum og sterka H71-verjan við tvíburðunum Zachariasen á odda hevði leingi trupult við at steðga sera evnaríku neistagentuni.

Framfýsna og ágangandi verjuspælið hjá Neistanum tyktist at tera upp á orkuna, og stundum tyktist neistakvinnurnar heldur yvirtendraðar og brúktu heldur orku upp á at rópa og ýla enn at hugssavna seg um hondbóltsdystin.

H71 fór við ferð frá støðuni 8-8 til 10-15 upp á sjey minuttir. Men Neistin kláraði at varveita spenningin í dystinum, og minkaði munin til hálvleiksstøðuna 14-17.

Neistin royndi at svara aftur eftir steðgin. Tað gekk eisini hampiliga eina løtu. Men tær komu ongantíð nærri enn tvey mál, 16-18. So skoraði H71 seks mál á rað, og dysturin var avgjørdur.

Maria Pálsdóttir Weyhe gjørdi sítt til at halda Neistanum í dystinum. Men tað var einki at gera hjá Neistanum, tí H71 hevur eitt lið í serflokki, og móti endaðum av dystinum helt Neistin ikki høvdið kalt, og H71 skoraði fleiri løtt mál, m.a. nøkur í tómt mál.

H71 vann dystin heili 35-26, og hevur undan seinnu hálvfinaluni bæði beinini í finaluni. Skuldi Neistin megnað at vent gongdini og spælt seg í finaluna, verður tað ein tann størsta sensatiónin nakrantíð í føroyskum hondbólti.

Seinna hálvfinalan verður spældi í Hoyvík leygardagin.

Les allan dómaraseðilin á heimsíðuni hjá HSF