Faxe Kondi Steypakapping menn, fyrra hálvfinalan
VÍF - H71 22-22 (12-15)
H71 var framman fyri allan dystin og sá leingi út til at fáa ein lítlan fyrimun við sær til seinnu hálvfinaluna. Seinastu minuttirnar eydnaðist tó VÍF at stríða seg til ein javnleik.
Dysturin var merktur av góðum verjuspæli og vánaligum álopsspælið, og tí sigur tað seg sjálvt, at talan varð um ein málfátækan dyst.
H71 legði best fyri. Umframt eina sera góða verju, var tað serliga Rói á Skipagøtu, sum gjørdi um seg í álopsspælinum. Hann gjørdu nærum sum honum lysti allan fyrra hálvleik.
Lítlibeiggin hjá Elias er veruliga um at traðka úr skugganum hjá stórabeiggjanum og systkinabørnunum við eftirnavninum Mittún. Rói var eisini fyrr í dag á fyrsta seinni tikin út til landsliðið, og í kvøld vísti hann okkum, at hann hevur uppiborið tað.
Eitt skifti í fyrra hálvleiki var H71 seks mál frammanfyri, og tað var ringt at skilja, hví VÍF lat Róa sleppa so lætt til skot, tí tað var sera lítil hóttan í restina av álopsspælinum hjá H71. Móti endaðum av fyrra hálvleiki kom blaðungi, Eyðbjørn Heini Danielsen inn í verjuna at verja Róa, og tað vísti seg beinanvegin at hjálpa.
VÍF spældi vánaligt bæði í verju og álopi í fyrra hálvleiki. Eisini brendu teir nógvar málmøguleikar og høvdu sera torført við at fáa bóltin framvið heimaafturvenda Paula Jacobsen í málinum. Kortini eydnaðist oddaliðnum í bestu deildini onkurvegna at fara til hálvleiks bara trý mál aftanfyri H71, 12-15, og tað skulu vestmenningar vera ógvuliga fegnir um, tí tað kundi verið so nógv verri.
Í seinna hálvleiki steðgaði alt upp hjá báðum liðum. H71 skoraði einasta málið fyrstu sjey minuttirnar, og síðan helt munurin sær á trý fýra málum heilt fram móti dystarenda.
H71 hevur kanska ikki stóra breidd á liðnum hetta kappingarárið. M.a.spældi Rói á Skipagøtu inni allan dystin, og tað var helst ein stór orsøk til, at hann als ikki var so sjónligur sum í fyrra hálvleiki.
Hjá VÍF hevur tað hinvegin eyðkent liðið í ár, at venjararnir brúka allan hópin rættiliga væl, og okkurt skifti tíðliga í seinna hálvleiki vóru nærum allir lyklaleikararnir á beinkinum. VÍF hevur seinastu vikurnar gjørt tað til ein vana at koma aftur í aftur, hóast teir hava verið fleiri mál aftanfyri.
Dystargongdin broyttist, tá ið fimm minuttir vóru eftir. Eyðbjørn hevði júst fingið sína aðru útvísing í stríðnum at steðga Róa á Skipagøtu, og H71 var tí ein mann í meiriluta á vøllinum. Men H71 gjørdi ikki gagn av meirilutanum, og í staðin fangaði Sjúrður Olsen bóltin, rann frá øllum, og minkaði til 20-22.
Nú skifti dysturin momentum, og heimaáskoðararnir vaknaðu veruliga. H71 skoraði ikki aftur, Hallur Arason minkaði til eitt mál, og Sjúrður Olsen javnaði við brotskasti, eftir at hondbóltsoldingurin, Agnar Joensen, vann VÍF eitt brotskast á strikuni.
Dysturin endaði 22-22, og alt er púra opið undan seinna dystinum, sum verður í Hoyvík sunnukvøldið kl. 19.00.
Eingin er favorittur, men H71 er eitt veruligt steypalið og hevur verið verið í finaluni seks ferðir seinastu sjey árini. Hinvegin hevur VÍF einans verið í einari steypafinalu seinastu 15 árini.
Dómaraseðilin á heimasíðuni hjá HSF