EM24: Gjøgnumgongd av landsliðshópinum

Mynd: hsf.fo
Landsliðsvenjarin Peter Bredsdorff-Larsen hevur valt sínar 19 mans út til EM-hópin, sum í januar skal til Týsklands at spæla EM-endaspæl í manshondbólti.

Í greinini er leikarayvirlit og gjøgnumgongd av hvørjum einstakum leikara.
Umframt hesar 19 mennirnar er ein grundhópur á 35 mans sendur til EHF. 
Tann hópurin sæst her.



Føroysku leikararnir

1. Pauli Jacobsen (málverji, 21 ár)

Pauli vaks upp í tí kenda 2002 árganginum hjá H71. Hann hevur altíð verið málverji og hevur verið á øllum ungdómslandsliðum uppeftir. 

Fór 16 ára gamal niður á elituakademiið í Skanderborg og náddi eisini at spæla fyri besta liðið hjá Skanderborg. Kom so heim aftur til H71. Var eitt stutt skifti í fronskum hondbólti, áðrenn hann kom heim aftur at hjálpa H71 til meistaraheitið í 2023. Spælir nú í Høj Elite í Danmark.

Verður vanliga mettur sum fyrsti málverji hjá Føroyum og hevur evnini at steingja málið og avgera dystir.


16. Nicholas Satchwell (málverji, 32 ár)
Satchwell hevur eina heilt serliga yrkisleið. Er føddur í Onglandi og var við í bretska hópinum á olympisku leikunum í London í 2012.

Hann kom til Føroya at spæla við Neistanum í 2015 og hevur síðan skift hondbóltstjóðskap. Hann hevur verið fastur í føroyska landsliðshópinum síðan 2018.

Satchwell hevur roynt seg í íslendskum hondbólti og spælir nú við Viking TIF í Noregi.

Er annað val í málinum. Men hann var sera avgerandi onkran av EM-undandystunum.


30. Tróndur Mikkelsen (vinstri bakkur, 23 ár)
Tróndur vaks upp í Neistanum, har mamman Sigrun Mikkelsen, var ein av Føroya bestu kvinnuligu leikarum fyri einum ættarliði síðan.

Spældi nøkur kappingarár við besta liðnum hjá Neistanum og hevur eisini roynt seg í donskum og norskum hondbólti. Spælir í løtuni við Kristiansand Topphåndbold í Noregi.

Hevði í fleiri EM-undandystum serlig evni at byrja dystirnar væl á vinstra bakki og skora fleiri mál fyrstu minuttirnar.


75. Rói Ellefsen á Skipagøtu (miðja, 20 ár)
Rói hevur í ávísan mun staðið í skugganum av stórabeiggjanum, Eliasi. Men hevur veruliga ment seg seinnu árini og var ein av berandi leikarunum á meistaraliðnum hjá H71 í 2022/23.

Er sonur fyrrverandi hondbóltsmálverjan, Jens á Skipagøtu, sum er ein av týðandi venjarunum/leiðarunum í H71 og HSF, og Gunn Ellefsen, forkvinnu í hondbóltssambandinum.

Skifti í summar til svenskan hondbólt, har hann spælir við IF Hallby HK í bestu deildini.

Í spælihátti er Rói eitt sindur av hvørjum og hevur millum annað eitt gott skot, tá ið hann kemur inn undir verjuna.


15. Jónas Gunnarsson Djurhuus (miðja, 27 ár)
Er ein av royndu leikarunum á landsliðnum. Var millum teir dreingirnar, har foreldrini tóku stig til ungdómslandsliðvenjingar, áðrenn HSF megnaði tað.

Mamman, Anna Dam, hevur í mong ár verið forkvinna í H71, og pápin, Gunnar Djurhuus, var í síni tíð góður hondbóltsleikari hjá H71.

Spældi tvey ár á besta liðnum hjá H71, áðrenn hann fór til Danmarkar í 2016. Hevur síðan roynt seg í fleiri feløgum í donskum hondbólti og í Noregi. Spælir nú aftur í Danmark við FIF í næstbestu deildini.


61. Pauli Mittún (miðja, 21 ár)
Var í barndómsárunum stjørnuleikari í árgangi 2002 saman við systkinabarninum Eliasi. Álvarsligir og drúgvir skaðar hava tarnað hondbóltsyrkisleiðini nógv, og eitt skifti var hann um at gevast. Men Pauli er seinnu árini komin fyri seg aftur.

Er sonur Petur Mittún, sum var ein av fremstu hondbóltsleikarunum í 1990-árunum, tá ið hann vann mong meistaraheiti við Kyndli. Í dag er Petur Mittún aðalskrivari í ítróttasambandi Føroya. Pauli er stóribeiggi Óla Mittún, sum eisini er í EM-hópinum, og Janu Mittún, sum er á kvinnulandsliðnum.

Eftir at hava roynt seg í norskum hondbólti eitt kappingarár, spælir Pauli nú í Team Sydhavsøerne í næstbestu donsku deildini.


78. Óli Mittún (miðja, 18 ár)
Óli verður mettur at vera millum heimsins evnaríkastu leikarar í sínum árgangi. Eftir eitt ár í vaksnamannahondbólti í H71 fór hann eins og eldra systkinabarnið, Elias á Skipagøtu, til svenska felagið IK Sävehof, og gjørdi 17 ára gamli Óli longu fyrsta árið veruliga vart við seg í bestu svensku hondbóltsdeildini. Óli spælir enn í IK Sävehof.

Óli er lítlibeiggi, Paula Mittún, sum eisini er við í EM-hópinum, og Janu Mittún, sum er millum fremstu kvinnuligu hondbóltsleikarar í Føroyum. Pápin, Petur Mittún, er aðalskrivari í ÍSF og var frálíkur hondbóltsleikari.

Óli hevur framúrskarandi hondbóltsevni. Finturnar hjá honum er so kvikar, at eyga hevur torført at fylgja við. Tað er helst bara spurningur um tíð, so fer Óli til sterkari hondbóltsdeild.


71. Elias Ellefsen á Skipagøtu (miðja, 21 ár)
Elias vaks upp í H71, og hann hevur leingi verið mettur at vera nakað heilt serligt. Hann var berandi leikarin á 2002-landsliðnum, sum hevur havt sera góð úrslit í altjóða kappingum. Í dag er Elias snúðningspunktið og stóra stjørnuskotið á landsliðnum. Hann er í løtuni Føroya fremsta ítróttafólk.

Eftir trý ár í svenska felagnum, IK Sävehof, skifti hann í summar til týska stórfelagið THW Kiel, og Elias spælir nú í heimsins bestu hondbóltsdeild, Bundesliguni.

Í Sävehof náddi hann at gerast svenskur meistari og steypavinnari. Eisini var hann valdur til besta leikara í svensku Handbollsligan í 2021/22.

Elias er stóribeiggi Róa Ellefsen á Skipagøtu, sum eisini er í EM-hópinum. Mamman, Gunn, er forkvinna í hondbóltssambandinum, og pápin, Jens, er kendur venjari/leiðari í føroyskum hondbólti, og var í síni í góður málverji.

Elias hevur sera gott eyga fyri spælinum, og hansara fríspælingar til viðleikarar eru so snildar og vakrar, at tær ofta verða deildar í hæddarpunktum á sosialum miðlum.


25. Vilhelm Poulsen (høgri bakkur, 24 ár)
Lámurin úr Hoyvík er, umframt at vera góður bakkur, sterkur sum ein oksi í verjupartinum.

Vaks upp í H71 og spældi við besta liðnum hjá hoyvíkingum, áðrenn hann í 2020 fór til Íslands at spæla. Nú spælir krútsterki hoyvíkingurin við Lemvig-Thyborøn í Danmark.

Vilhelm hevur verið fastur partur av landsliðnum í fleiri ár.

Í spælihátti er Vilhelm álitsvekjandi og ger ikki nógv hóvasták burturúr sær sjálvum. Hann skjýtur sera hart.


10. Kjartan Johansen (høgri bakkur, 27 ár)
Kjartan spældi barndómsárini í StÍF og var partur av ungdómslandsliðnum, sum foreldur tóku stig til fyrst í 2010-unum. Hann hevur drúgvar royndir á landsliðnum, har hann hevur spælt síðan 2015.

Var ein av berandi leikarunum á landsliðnum í nøkur ár. Men skaðar hava ávirkað yrkisleiðina sum hondbóltsleikari nakað, og sera evnaríku yngru leikararnir hava trokað strandingin úr byrjanarliðnum.

Kjartan er sonur Pola Hansen, sum spældi á besta liðnum hjá StÍF í nógv harrans ár.

Kjartan spældi nøkur ár á besta liðnum hjá StÍF, áðrenn hann í 2016 fór av landinum at spæla. Hann hevur roynt seg í norskum og svenskum hondbólti, og spælir nú í Bækkelaget í bestu deildini í Noreg.

Kjartan megnar av bakkinum at vera eitt slag á spældeilara og dugir sera væl opna spælið við skiftum tvørtur um vøllin.


45. Peter Krogh (høgri bakkur, 33 ár)
Peter kom til Føroya at spæla við H71 í 2015 og hevur síðan verið ein markantur leikari í føroysku kappingini.

Peter er vorðin føroyingur og er giftur í Føroyum. Hann spældi sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar í 2018 og var frá byrjan ein sera týðandi leikari bæði í álopi og verju.

Seinnu árini er hansara leiklutur í álopinum minkaður nógv. Men hansara verjuspæl hevur stundum verið í avgjørdum heimsflokki, og tað er ein fragd at síggja verjuspælið hjá hesum krútsterka manninum.

Eftir øll hesi árini í H71 skifti Peter í summar til Aarhus HC í næstbestu donsku deildini.


9. Rói Berg Hansen (vinstri vongur, 27 ár)

Rói er millum teir royndu á landsliðnum og var partur at óalmenna landsliðsarbeiðnum, sum foreldur skipaðu fyri fyrst í 2010-unum.

Rói er neistamaður og spældi nøkur ár við besta liðnum hjá Neistanum, áðrenn hann fór til Danmarkar at spæla í 2018. Síðan hevur hann spælt í Danmark, har hann í løtuni spælir við HØJ Elite í næstbestu donsku deildini.

Rói er ein eyðkendur vongur, sum loypur høgt og skorar trygt. Eisini er hann sera stuðlandi og lívligur, tá ið hann er á útskiftarabeinkinum.


6. Leivur Mortensen (vinstri vongur, 24 ár)
Vaks upp í H71, og hóast hann tá var rættiliga lítil á vøkstri, so spældi hann blaðungur á besta liðnum í Hoyvík. Fór í 2021 til Danmarkar at spæla og spælir í dag við FIF í næstbestu donsku deildini.

Leivur spældi sín fyrsta landsdyst í 2020 og var í EM-undankappingini fyrsta val á vinstra veingi.

Leivur er sera kvikur og loypur sera høgt.


17. Hákun West av Teigum (høgri vongur, 21 ár)
Hákun vaks upp í tiltikna árgangi 2002 í H71. Hann hevur altíð spælt á høgra veingi og mentist við tíðini til ein framúrskarandi vong.

Hann slapp saman við Eliasi, Paula Jacobsen inn á Skanderborg Elite Akademi sum 16 ára gamal, og síðan hevur bara gingið ein veg hjá málrættaða hoyvíkinginum.

Hákun hevur ongantíð spælt aftur í Føroyum og hevur síðan 2020 spælt við Skanderborg og Skanderborg/Aarhus Håndbold. Har spældi Hákun so mikið væl, at hann í summar skifti til týska stórfelagið Füchse Berlin, har hann kappast við heimsins besta høgra vong, Hans Lindberg.

Hákun er um at menna seg til ein vong í heimsflokki.  Hákun er sum gjørdur til at vera yrkishondbóltsleikari. Umframt at duga alt tað hondbóltstekniska, hevur hann sera góð evni at hugsavna seg. Kann standa og bíða á veinginum ein heilan dyst og so brádliga skora fleiri mál. Er sum oftast millum toppskjúttarnar á landsliðnum og hevur sera gott samanspæl við Elias á Skipagøtu.


7. Allan Norðberg (høgri vongur 28 ár)

Strandingurin spældi nøkur ár við besta liðnum hjá StÍF og var við á ungdómslandsliðnum, sum foreldur tóku stig til fyrst í 2010-unum. Hann kom á landsliðið sum 20 ára gamal og hevur verið har síðan.

Fyrstu árini var hansara leiklutur á landsliðnum størri. Men síðan Hákun West av Teigum kom á landsliðið, hevur leikluturin hjá Allan fyri tað mesta verið á beinkinum.

Allan fór til íslendskan hondbólt í 2018, har hann nú spælir við Vali úr Reykjavík.

Allan er sera lættbeintur og kvikur, og tá ið væl liggur fyri er ein fragd at síggja hann spæla.


79. Teis Horn Rasmussen (strika, 27 ár)
Teis vaks upp í Neistanum og var millum teir, sum vóru við ungdómslandsliðarbeiðnum, sum foreldur tóku stig til fyrst í 2010-unum.

Teis spældi við besta liðnum hjá Neistanum í nøkur ár, áðrenn leiðin lá til Danmarkar í 2018. Í dag spælir hann við Aarhus HC í næstbestu donsku deildini.

Teis er sonur danan Claus Rasmussen, sum var venjari í bestu føroysku deildini í mong ár.

Teis er sum stikuspælarar flestir krútsterkur, og hansara heilt stóra styrki í verjuspælinum. Hann hevur eisini havt ein heilt serligan eginleika at skora avgerandi mál í seinastu løtuni í fleiri landsdystum.


8. Pætur Mikkjalsson (strika, 26 ár)
Pætur vaks upp í H71. Men kom upp í vaksnamannahondbólt í Neistanum. Hann kom á landsliðið í 2020 og hevur síðan verið eitt sindur út og inn í føroyska landsliðshópinum.

Eftir nøkur ár í Neistanum spældi hann tvey kappingarár við H71, áðrenn hann í 2020 fór til danskan hondbólt. Hevur eisini spælt í Íslandi og er nú í IF Hallby HK í bestu svensku deildini.

Er sum allir strikuspælarar krútsterkur og sera góður verjuleikari.


47. Ísak Vedelsbøl (strika, 19 ár)
Ísak er nýggjasti maður á A-landsliðnum. Tað hevur í nøkur ár verið greitt, at ungi neistamaðurin hevur verið sera evnaríkur strikuleikari, og tað var bara spurningur um tíð, áðrenn A-landsliðið kallaði.

Ísak skifti í summar Neistan út við H71, og tað ljóðar, at hann komandi kappingarár fer uttanlands at spæla.

Við sínum 196 sentimetrum er Ísak hægsti maður á landsliðnum. Hansara styrki ger, at hann er sera ringur at halda á strikuni, og í verjupartinum fyllir hann eisini nógv.


2. Helgi Hildarson Hoydal (strika, 27 ár)
Vaks upp í H71 og var partur av ungdómslandsliðsarbeiðnum, sum foreldur byrjaðu fyrst í 2010-unum.

Eftir nøkur ár í bestu deildini hjá H71, fór Helgi fyrst til danskan hondbólt og síðan til Noregs, har hann í løtuni spælir við Kristiansand Topphåndbold í bestu norsku deildini.

Er sonur politikkaran, Høgna Hoydal, sum eisini var strikuspælari í H71 fyri nógvum árum síðan.

Helgi hevur, umframt at vera góður strikuspælari og verjuleikari, sera góð leiðaraevnir, og var millum annað liðskipari á U21-landsliðnum og hevur eisini verið liðskipari í norskum feløgum.


Peter Bredsdorff-Larsen (høvuðsvenjari, 56 ár)
Danin Peter Bredsdorff-Larsen gjørdist høvuðsvenjari hjá landsliðnum í 2021.

Hann hevur í nógv ár verið venjari í donskum topphondbólti, og førdi Bjerringbro-Silkeborg til danska meistaraheitið í 2016.

Peter hevur eisini verið hjálparvenjari hjá danska landsliðnum.