Dystarfrásøgn frá einum Liverpoolfjeppara
Premier League: Fulham - Liverpool 2-2 (1-0)
Tað er altíð torført at spæla móti einum uppflytara á útivølli á fyrsta leikdegi, og tað mátti Liverpool sanna móti Fulham í dag.
Premier League: Fulham - Liverpool 2-2 (1-0)
Tað er altíð torført at spæla móti einum uppflytara á útivølli á fyrsta leikdegi, og tað mátti Liverpool sanna móti Fulham í dag.
Fulham byrjaði dystin betri, og uppflytararnir trýstu høgt á vøllinum, og góvu ikki Liverpool frið at spæla.
Dómarin loyvdi eisini kontantum spæli, og tað gekk sera illa, hjá Liverpool at fáa spælið at hanga saman fyrstu tíggju minuttirnar. Fulham kom eisini í nakrar góðar støður og hevði onkran hálvan møguleika. Men tíbetur spurdist einki burturúr.
Hóast Liverpool spakuliga kom eitt sindur betri við í dystin, so var tað Fulham, sum hevði teir bestu møguleikarnar.
Liverpool misti bóltin lætt, og m.a. misti Matip bóltin nakrar ferðir, tá ið hann gjørdi eyðkendu renningarnar fram eftir vøllinum við bóltinum. Robertson misti eisini ein bólt, sum førdi til ein góðan møguleika.
Tá ið hálvur tími var spældur gekk ikki longur hjá Liverpool. Fulham spældi bóltin væl upp í høgru síðu, og eftir eitt sera gott innlegg, vann Aleksandar Mitrovic luftdystin við Trent Alexander-Arnold og skallaði bóltin í málið við handaru stong. Fulham var heilt uppiborið á odda.
Liverpool royndi at svara aftur. Eitt innlegg frá Robertson fór millum vinir og fíggindar, og Diaz rakti stongina úr spískum vinkli.
Í heila tiki var spælið einki at reypa av. Lítil samanhangur var í, og als einki tol var í spælinum. Í staðin var roynt við heldur tilvildarligum innleggum. Eingin leikari spældi væl, fleiri vóru meira ella minni ósjónligir, m.a.Fimino og Salah. Alexander-Arnold spældi beinleiðis vánaligt, og hansara vanliga neyvu sendingar vóru ikki til staðar.
Onkursvegna tyktust leikararnir at vera ov yvirlegnir og at vænta ein lættan dyst. Tað kundi næstan bara gerast betri í seinna hálvleiki.
-------------
Seinni hálvleikur helt fram, har seinni slapp. Liverpool dugdi ikki at finna pláss á vøllinum og vanliga sera bólttryggir leikarar sum Thiago og Henderson mistu nógvar bóltar. Teir megnaðu als ikki at fordeila spælið, so at pláss var at fara í álop.
Klopp var tíbetur ikki tolin, og longu fimm minuttir eftir steðgin komu Darwin Nunez og Harvey Elliot koma á vøllin fyri Firmino og Thiago, sum gjørdist skaddur.
Tað kom eitt sindur meira lív í álopið hjá Liverpool, men neyvleikin var framvegis ikki til staðar. Í veruleikanum var Liverpool vandamiklast fyri seg sjálvar, tá ið mistir bóltar førdu til skjót mótálop frá Fulham, sum millum annað rakti stongina.
Løtu seinni kom Milner inn, og tað skuldi vísa seg at hjálpa.
Spakuliga fann Liverpool meira pláss. Høgra síða kom við í dystin. Salah og Arnold vaknaðu, og teirra vanliga góða samanspæl byrjaði at rigga.
Tað var eisini eftir eitt álop í høgru síða, at Salah legði inni til Darwin, sum hegnisliga skoraði við hælinum.
Nú fór Liverpool knappliga at spæla væl og var nær við at koma fram um. Men hetta skuldi ikki vísa seg at vera okkara dagur.
Tí eitt korter fyri tið fór Fulham knappliga í mótálop, og av øllum kláraði Mitrovic at finta Van Dijk av og vann Fulham eitt brotsspark, sum hann sjálvur sendi í málið. Hesin dysturin mundi vera ein tann vánaligasti hjá Van Dijk í Liverpool nakrantíð.
Best sum tað einki sá út, javnaði Liverpool, tá ið tíggju minuttir vóru eftir. Aftur kom málið eftir eitt álop í høgru síðu. Arnold lyfti bóltin hegnisliga fram til Salah, og rættiliga tilvildarliga, kom bólturin umvegis Darwin aftur til Salah, sum skoraði í fyrsta dystinum í Premier League sjeynda árið á rað.
Í yvirtíðini mundi Liverpool stolið sigurin, tá ið Henderson sendi eitt langskot á yvirleggjaran.
Nærri kom Liverpool ikki, og okkara menn høvdu heldur ikki uppiborið meira í fyrsta dystinum hetta kappingarárið.
Hjá Liverpool var Darwin við til at seta lív í, og Milner gav tann neyðuga viljan. Men eisini Elliot vísti, at hann so avgjørt kann geva liðinum nakað, og hann var kanska besti maðurin seinastu løtuna.