Jonn Johannesen bjargaði KÍ eina stigið

KÍ - NSÍ 1-1 (0-0)
Vanliga er ein ávísur samanhangur millum, hvussu høgir spælarar eru, og hvussu góðir teir eru í luftspælinum. Men av og á stinga spælarar seg fram, sum hóast teir ikki eru so høgir, eru rættiliga sterkir í luftini. Ein sovorðin er Jonn Johannesen, sum í dag bjargaði KÍ ein javnleik, tá ið hann í yvirtíðini rann inn í brotsteigin og skallaði bóltin í málið.

Tað sá annars út til, at NSÍ fór, at fáa trý stig við aftur til Runavíkar, eftir at Petur Knudsen skallaði bóltin í málið, tá ið 73 minuttir vóru spældir. Nakrar minuttir seinni, fekk Deni Pavlovic hjá KÍ sítt annað gula kort, og tá sá veruliga gott út hjá NSÍ.

KÍ hevði annars bóltin meira meginpartin av dystinum. Men tað spurdist lítið burtur úr hjá føroyameistarunum. Hugflogið í álopsspælinum var vánaligt, og tað tyktist, sum KÍ dúvaði upp á einmansavrik frá Jóannes Bjartalíð og norðmanninum Ole Erik Midtskogen.

Krútsterki Midtskogen er um at finna seg til rættis í føroyskum fótbólti, og hóast hann er høgur, so er hann eisini kvikur og hevur góðan bóltførleika. Í dag var ein dystur í dystinum stríðið millum Midtskogen og Odd Højgaard í NSÍ-verjuni, og samanumtikið, so var tað nokk Oddur Højgaard, sum vann hendan tvídystin, og Oddur var ein avgerandi orsøk til, at KÍ sjáldan var veruliga vandamikið.

Við javnleikinum eru bæði liðini fimm stig aftan fyri oddaliðið HB, og hóast kappingarárið er stutt fráliðið, so hesin munurin gerast torførur at vinna inn aftur.