HB vann leygardagin 1-0 móti TB á útivølli. Harvið er eitt ávíst trýst á teimum liðunum, sum væntast at fylgja HB í oddastríðnum. Undan dystunum í morgin er HB seks stig frammanfyri KÍ, NSÍ og B36. KÍ og NSÍ møtast í Klaksvík, og B36 vitjar Víking í Gøtu.
Tað vísir seg, at øll lið hava tað trupult í Trongisvági móti TB. Soleiðis var eisini hjá HB. Hóast havnarmenn høvdu bóltin so at siga allan dystin, so høvdu teir trupult at koma til veruliga stórar møguleikar, móti eini góðari TB-verju við sera spælandi, 37 ára gamla, Ndende á odda.
HB fekk tó tað neyðuga málið longu í 12 minutti, tá ið Dan í Soylu eftir eitt væl spælt álop gjørdist leysur vinstru megin málið og sendi bóltin í málið úr spískum vinkli. Annars var mest vandi á ferð frammanfyri TB-málið eftir deysbóltsstøður, tá ið HB-leikarar nakrar ferðir rættiliga leysir sluppu at skalla móti málinum.
TB gjørdi ikki nógv annað enn at verja, og tá ið ungi Jens Erik Bruhn rættiliga hart dømt fekk sítt annað gula kort miðskeiðis í seinna hálvleiki var í roynd og veru eingin vegur aftur hjá TB. Kortini hevði TB sína bestu løtu móti endanum av dystinum, men veruligur vandi var ongantíð á ferð framman fyri HB-málið, og HB-sigurin var so væl og virðiliga uppiborin.