Mannið alt landsliðið við KÍ-arum

Árni skorar sigursmálið við "kalda" høgra beininum

Champions League, 3. undanumfar: KÍ - Molde 2-1 (0-0)
Vit eru eftir hondini vorðin von við at síggja eitt hálvgum reyvasítt landslið spæla á Tórsvølli, og hýrurin á Tórsvølli lyftir seg sjálvan upp um tað, sum nakrir meira og minni fullir fjepparar hjá Skansanum skapa í einum skýmaskoti uttanfyri FSF-húsið.

Í kvøld var øðrvísi. Tórsvøllur var fullsettur við garvillum norðoyingum, og teir høvdu eisini funnið út av seta Bláu bylgju, hornblásarar og trummusláarar mitt á langsíðuna, og KÍ-sangir rungaðu um allan Tórsvøll.

Dysturin á FaroeSoccer

Dysturin á dystir.fo

Dysturin á uefa.com

Orka og góðska
Á vøllinum vóru KÍ eisini fantastiskir og vunnu ikki óuppiborið 2-1 á norsku meistarunum. Hetta var fyrsti evropeiski dystur hjá KÍ í ár, sum eg síggi á sjálvum leikvøllinum, og tað er púra greitt, at hetta eru leikarar, sum eru sera væl fyri bæði kropsliga og mentalt. Samanborið við okkara stundum ússaliga landslið, so orka hesir leikararnir at renna, teir tíma at renna, teir tíma at stríðast, og so duga teir eisini at spæla fótbólt minst líka so væl sum ungarsku-, svensku- og norsku meistararnir.

Eingin lansliðsleikari hevði sloppið á liðið hjá KÍ
KÍ-leikararnir spæla í løtuni fótbólt á so høgum støði, at allir KÍ-arnir áttu at byrja inni á landsliðnum. Tað hava teir uppiborið.

Mannið landsliðið við Heina Vatnsdal, Oddmari Færø, Børga Petersen, Jóannesi Kalsø Danielsen, Rene Shaki Joensen, Jákupi Andreasen, Mads Boe Mikkelsen, Árna Frederiksberg (má og skal lokkast aftur á landsliðið) og Pálli Klettskarð. Blandið so Jóannes Bjartalíð og Brand Hendriksson og kanska onkran einstakan afturat upp í. So manglar bara ein málverji.

Sendið so allar hinar landsliðsleikararnar, sum ikki eru í form, til hús. Tað nyttar ikki at brúka ein Jóan Símun Edmundsson, sum bara spælir landsdystir og als ikki er í form. Tað sama við øllum HB-arunum, sum ikki hava verið kropsliga væl fyri síðan 2020, og ikki minst Sonna Ragnar Nattestad, sum í fleiri ár hevur spælt langt undir støðið, sum krevst fyri at spæla á landsliðnum.

Finnur landsliðsvenjarin ikki út av hesum, so átti hann at verið skiftur út. TÍ TAÐ ER ØLLUM PÚRA GREITT, AT NÆRUM EINGIN LANDSLIÐSLEIKARI HEVÐI SLOPPIÐ Á LIÐIÐ HJÁ KÍ Í LØTUNI.

Árni besti føroyingur nakrantíð?
Um sjálvan dystin er at siga, at KÍ vóru fantastiskir. Frá fyrsta bríksli vóru teir fult á hædd við Molde. KÍ var betri fyrstu minuttirnar, og annars sveiggjaði dysturin aftur og fram, og liðini høvdu skiftivís góðar løtur.

Hóast Molde kom fram um, eftir eitt frálíkt skjótálop, so var kenslan alla tíðini, at KÍ kundi svara aftur. Og sjálvandi var tað Árni Frederiksberg, sum gjørdi tað. Fyrst eitt sjáldsama frekt skot inn við nærmastu stong úr høgru síðu við vinstra beini, eftir at hann hevði fintað ein norskan verjuleikara á reyvina. Síðan við “kalda” høgra beininum inn við somu nærmastu stong.

Eitt framúr avrik frá Árna, sum er betri enn nakrantíð, og kanska betri enn nakar føroyingur nakrantíð hevur verið. Tað eru møguliga bara Todi, sum hevur spælt við so góðum kvaliteti. VÓNANDI klárar onkur at lokka Árna aftur á landsliðið.

At so norskir miðlar royna at niðurgera Árna við at kalla hann ein pitsaseljara, tað sigur okkum so mikið, at norðmenn framvegis undirmeta Árna og KÍ, sum vónandi senda norska stórfelagið Molde út úr Champions League í komandi viku.

Framtíðar liðskipari á landsliðnum
Havi eisini hug at nevna liðskiparan, Jákup Andreasen, sum spældi á høgum altjóða støði. Hann fyllir allan miðvøllin, er bólttryggur og sær út til at vera sera væl fyri. Jákup er í besta fótbóltsaldri, og tað skal undra, um tað ikki er ella verður boð eftir honum frá útlendskum feløgum. Jákup er sjálvandi eisini upplagda boðið upp á ein framtíðar liðskipara á landsliðnum.

Fagnaðurin var øgiligur, tá ið dysturin var av, og klaksvíkingar hava enn einaferð staðfest, at teirra stoltleiki KÍ er so nógv besta liðið í føroyskum fótbólti nakrantíð. Evropeiska avrikið hjá KÍ í summar, er heilt einfalt tað besta avrikið í føroyskum fótbólti nakrantíð.

Fótbóltsfepurin í Klaksvík fær bara ongan enda.