Klopp 2.0

Undan kappingarárinum 2023/2024
Tað er bara eitt, sum hevur nakað at siga, nú kappingarárið fer í gongd. Tað er at vinna fyrsta dystin móti Chelsea í London sunnudagin. Ella vit mugu í hvussu er, eftir dystin standa eftir við kensluni av, at Liverpool kom rætt í gongd við kappingarárið 2023/24.

Í fjør sá alt so ógvuliga ljóst út undan kappingarárinum. Liverpool hevði júst vunnið á City í Community Shield, serfrøðingar vóru samdur um, at Nunez sá lovandi út, meðan Haaland helst fór at fáa tað trupult. Eina viku seinni kom Liverpool fullkomiliga skeivt inn í kappingarárið í fyrsta dystinum móti Fulham. Liverpool hevði brúkt alla orkuna í fyrireikingardystunum, og rakti ongantíð í kappingarárinum rætta orkustøðinum.

Nýggjur miðvøllur
Tað er torført at vita, hvat vit skulu vænta av kappingarárinum. Henderson og Fabinho oyðiløgdu okkum fyrireikingarnar til kappingarárið, tá ið teir í reinari peningagreði valdu at fara til Arabia at spæla.

Burtur er allur miðvøllurin, sum vann okkum Premier League og Champions League. Fyri uttan Salah er álopið eisini rættiliga nýtt og óroynt. Meðan verjan og málverjin framvegis eru teir somu.

Ein einasti leikari er eftir úr hópinum, sum Klopp yvirtók á heysti 2016. Tað er Joe Gomez, so vit kunnu av sonnum siga, at Liverpool fer inn í hetta kappingarárið við nýggju útgávuni Klopp 2.0.

Tað er nærum ógjørligt at gita, hvønn veg kappingarárið ferð. Við so nógvum royndum burtur, Henderson, Milner og Fabinho, skal allur miðvøllurin fóta sær av nýggjum.

Thiago torir eingin at vænta sær nakað av, til tað er hann alt ov nógv skaddur. So nógv hongur á nýinnkeyptu Alexis Mac Allister 24 ár og Dominik Szoboszlai 22 ár, og tað kann gerast sera torført hjá tveimum so ungum leikarum at fáa nóg stóra slagkraft á miðvøllin. Teir hava tó báðir víst góðar taktir í summardystunum. Mac Allister m.a. við sínari framdrift á miðjuni og Szoboszlai við sínum góðu skotum og deyðbóltum.

Stóri spurningurin er, hvør skal spæla á verjukenda miðvøllinum, á seksaranum. Jones spældi har á enska U21-landsliðnum, sum gjørdist evropameistari í summar, og blaðungi Bajcetic verður mettur at kunna gerast ein góður seksari í framtíðina. Alt meðan Liverpool leitar eftir seksarum at keypa, og í alt summar hevur bjóðað upp á Lavia hjá Southampton, meta flestu serfrøðingar, at tað helst veður Mac Allister sum verður aftarlaga á miðvøllinum á Stamford Brigde sunnudagin.

Gott álop og vánalig verja
Venjingardystirnir í summar hava veruliga víst fram somu veikleikar, sum vit sóu í fjør. Teir botna serliga í javnvágini í verjupartinum á liðnum, har málini hava skolað inn. So tað er týðandi, at Klopp sum skjótast finnur eina loysn á seksaranum og javnvágini í verjupartinum.

Tíbetur er nógv sum bendir á, at álopið kann gerast gott í ár. Tað hevur í hvussu er verið ferð og hugflog í álopunum í summar, og kappingini er stór at spæla saman við Salah har frammi. Jota, Diaz, Nunez og Gakpo hava allir stórar kvalitetir. Vónandi heldur hetta fram, nú kappingarárið fer í gongd.

Alt bendir eisini á, at Trent fer at spæla sama leiklut, sum móti endanum av farna kappingarári. Bakkur í verjustøðu, og miðvallarleikari í álopsstøðu. Tað letur sjálvandi eitt stórt hol eftir í høgru megin í verjuni, og tað leggur nógv trýst á Konaté og Matip, sum helst koma at skiftast at spæla sum høgri miðverji.

Tað er eisini sera týðandi, at van Dijk nærkast tí forminum, sum gjørdi hann til heimsins besta verjuleikara í nøkur ár. Best hevði verið um van Dijk og hinir í verjuni gera minnið við at trekkja rangstøðu langt frammi á vøllinum, men í staðin fara aftur til at verja við at bakka undan áleyparunum og stýra teimum út í truplar skotstøður, tí tá bjargar Alisson. So leingi miðverjarnir eru í miðverjuni, avmarkar tað talið av málum. Fara teir út at flákra, mangla teir framman fyri málið, og tá er lætt at skora.

Nú ræður um at vinna fyrsta torføra útidystin móti Chelsea, og eftir tað kunnu vit hyggja longur fram.