UEFA Conference League - 3. umfar
B36 - Rijeka (Kroatia) 1-3 (1-1)
B36 spældi ein góðan fyrra hálvleik og kom eisini fram um, tá ið Hannis Agnarsson setti bóltin í málið eftir eitt skjótt mótálop. Tíverri loyvdi ein katastrofal brotssparksdøming Rijeka inn í dystin aftur.
Í seinna hálvleiki misti B36 konsentratiónina og var heilt við síðurnar av sær sjálvum. Eitt hav av feilum førdu til, at kroatiska liðið vann 3-1.
Dysturin á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo
Dysturin á uefa.com
B36 hevði dystin júst har, sum teir skuldu hava hann allan fyrra hálvleik. Bólttryggu kroatarnir høvdu gamaní bóltin alla tíðina. Men B36 stóð væl í verjuni, og tá ið Rijeka samstundis spældi seint og umstendlugt, so var ongantíð vandi á ferð framman fyri málið hjá Mattias Lamhauge.
Hinvegin so megnaði B36, nærum hvørja ferð teir fingu bóltin fram eftir vøllinum, at gerast vandamiklir, og tá ið umleið hálvur tími var spældur skoraði B36. Bólturin var vunnin í vinstru síðu, Michal Przybylski streyk av stað og legði inn fyri. Har kom Hannis Agnarsson fyrstur á bóltin og so var 1-0 til heimaliðið.
Spælið helt fram á sama hátt, og einki bendi á, at kroatiska liðið fór at svara aftur. Men so vóru vit vitni til eina av vánaligastu dómaraavgerðunum á Tórsvølli í langa tíð. Bólturin kom í hondina á einum B36-ara uttanfyri brotsteigin. Dómarin valdi kortini at døma brotsspark, og av tí at eingin VAR-døming var í dystinum, so stóð avgerðin við. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki hekk einki saman hjá B36 . Tað var sum at leikararnir hjá B36 ikki komu á vøllin aftur. Longu eftir tríggjar minuttir var 2-1 til gestirnar, og eina løtu gjørdi B36 so nógvar feilir, at tað lættliga kundi verið enda heit galið.
Restina av hálvleikinum sá út til, at bæði liðini vóru rímiliga nøgd við úrslitið, og eingin legði nakað serligt fyri. Tíverri misti B36 konsentratiónina einaferð afturat, tá ið eitt frísparksinnlegg beint fyri tíð slapp at fara fram við allari verjuni hjá B36, og við handaru stong prikaði ein kroati bóltin í málið.
Nú sær nærum ómøguligt út hjá B36 at koma víðari. Men hetta ítróttasummarið hevur víst okkum, at alt ber til, so hvør veit?
Seinni dysturin er í komandi viku.