Jónas hevði verið nr. 35 í HM

Føroyar hava ikki limaskap í altjóða sambandinum fyri frælsan ítrótt, World Athletics, og tí eru eingir føroyingar við í heimsmeistarakappingini, sum í hesum døgum er í ungarska høvuðsstaðnum Budapest.

Tí gera vit her eina royna at meta um, hvussu okkara fremstu stuttteina rennarar, Jónas Isaksen og Eiri Glerfoss, høvdu kunna staðið seg í HM.

Hallur Holm, ultrarennari og fyrrverandi langteina rennari vísir á Facebook á, at ein av kappingarneytunum, sum Jónas vann á Oyggjaleikunum fyrr í summar, tann hálvi føroyingurin frá Gibraltar, Jessy Franco, er við í HM, meðan Jónas ikki kann verða við, tí Føroyar ikki eru til sum tjóð.

Soleiðis skrivar Hallur Holm á Facebook:


Høvdu longu staðið seg nøkulunda

Jónas Gunnleivsson Isaksen rann í 400 metrar í finaluni í EM fyri U20 uppá 45,86 sek, og tað er føroyskt met.

Verður hugt, at úrslitinum í HM fyri vaksin, sum er í Budapest í hesum døgum, so sæst, at tíðin hjá Jónasi hevði verið nóg góð til eitt 35. pláss, og hann hevði havt betri tíð enn tíggju av rennarunum, og tá skal havast í huga, at Jónas einans er 17 ára gamal.

Verður føroyska metið hjá Jónasi á 200 metrum á 21.06, sum hann setti í Gøteborg í summar, samanborið við úrslitini í HM, hevði Jónas verið nummar 46, betri enn 12 av rennarunum.

Og taka vit so eisini og samanbera metið á 100 metrum á 10.58, sum Eiri Glerfoss setti í summar, við HM-úrslitini so hevði tað verið nóg gott til eitt 48. pláss, sum er betri enn 7 av rennarunum.

Verður hugsað um unga aldurin hjá teimum báðum og serliga Jónasi, so er tað avgjørt møguligt, at Jónas komandi árini kann renna seg upp í heimselituna í 200 og 400 metra renning í stuttteina renning.

Alt má setast inn fyri limaskapi
Skuldi tað eydnast teimum báðum, Jónasi og Eira, ella onkrum heilt triðja at bjóða heimselituni av í einari frælsari ítróttagren, hevði tað verið sera gott, um tað kundi verið gjørt undir føroyska Merkinum.

So her her nakað at arbeiða við hjá FÍF, ÍSF og føroysku myndugleikunum. ´

Tjóðskaparliga støðan ger alt torført, og Hallur Holm svarar soleiðis á Facebook, tá ið hann verður spurdur um, hvussu tað hevur verið arbeitt fyri føroyskum limaskapi í altjóða frælsum ítrótti gjøgnum tíðirnar:

" Frælsur ítróttur fær sama svar frá World Athletics, sum ÍSF fær frá IOC. Einans lond við ST-limaskapi sleppa upp í part.

Gibraltar kom við upp á gomlu reglurnar undan 1996, so teir eru við í World Athletics (áður IAAF)"


So hóast hondbóltur, fótbóltur, svimjing og aðrar ítróttagreinar hava altjóða limaskap, so sær í løtuni út til at vera eins orført hjá fræslum ítrótti at fáa limaskap í World Athletics, sum hjá ÍSF at gerast limur í olympiska felagsskapinum IOC.

Okkara ríkisrættarliga støða vísir seg at vera eitt haft um beinini á føroyskari ítrótt. Tí er bara eitt at gera. 

Vit mugu bara syrgja fyri at gerast sjálvstøðug tjóð. So loysir alt seg sjálvt 😀