KÍ stóð enn einaferð ímóti


Menninir hjá KÍ vísti aftur í gjárkvøldið, at teir hava eitt ótrúligt mótstøðuføri í evropeiskum fótbólti, og kundi tað sama havt vunnið dystin móti Sheriff.

Hóast teir her heima hava víst ávísar veikleikar og ikki hava vunnið tveir seinastu dystirnar, so megnaði KÍ at vera betri enn Sheriff úr Moldova.

Patrick da Silva skallaði KÍ fram um tíðliga í seinna hálvleiki, og KÍ var sera nær við at økja, tá ið málverjin bjargaði einum skallara frá Jákupi Andreasen.

Gestirnir megnaðu síðan at leggja eitt ávíst trýst á KÍ, og javnaðu miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eina løtu sá út til, at gestirnir fóru at stjala sigurin. Men KÍ stóð enn einaferð í móti, og alt í alt var KÍ nærri sigrinum enn Sheriff.

Dysturin á uefa.com

Dysturin á FaroeSoccer

Dysturin á dystir.fo

Høvdu virðing fyri KÍ
3000 áskoðarar høvdu leita sær á Tórsvøll, nú KÍ hevði bjóðað til ókeypis fótbólt á 119 ára føðingardegnum.

Frá byrjan av sást, at Sheriff hevði virðing fyri KÍ eftir frálíku úrslitini í summar, og teir løgdu ikki nógv fyri at fara fram eftir vøllinum.

Fótbóltsliga var fyrri hálvleikur ikki nógv at skrivað heimum um, og leingi sá út til, at hetta kundi gerast ein málleysur dystur.

KÍ sera nær við at vinna
Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri. Men brádliga legði Luc Kassi sera neyvt inn fyri úr høgru síðu, og inni fyri málið skallaði helst minsti maður á vøllinum, Patrick da Silva bóltin heilt niður við handaru stong í málið.

Hesa løtuna kókaði Tórsvøllur, og takið mundi lyft seg, tá ið Jákup Andreasen hevði møguleikan at skalla KÍ avgerandi fram um.

Í staðin skoraði Sheriff nakrar minuttir seinni, og gestirnir høvdu sína bestu løtu í dystinum komandi korterið.

Árni rann framvegis
Leikararnir hjá KÍ tyktust hesa løtuna eitt sindur troyttir. Men sum ikki einaferð, so stóðu klaksvíkingar ímóti. Nakrar útskiftingar fingu frísk bein á vøllin, og ein hevði kensluna av, at KÍ kundi klára at vinna dystin.

Soleiðis var tó ikki, og móti endanum av dystinum tyktust bæði liðini at sættast við javnleikin.

Ein maður rann tó til seinasta bríksl. Í einum av seinastu álopunum í dystinum royndi ein ávísur Árni Frederiksberg nærum einsamallur at leggja trýst á verjuna hjá Sheriff. Tað vísir okkum veruliga, hvussu væl fyri stjørnuleikarin hjá KÍ er. Hesin leikarin, sum var ov dovin til landsliðið, og sum fyrrverandi KÍ-venjarin, Mikkjal Thomasen, metti vera ov dovnan til evropeiskan fótbólt,. Nú er hann ein sannur undangongumaður í evropeiska ævintýrinum hjá KÍ.

Á pappírinum sær sera trupult út hjá KÍ at koma víðari. At fara við javnleiki niður til Moldova nær við kríggsherjaða Ukraina eigur ikki at vera nokk. Men KÍ hevur í summar so ofta víst okkum, at teir klára at standa móti tí mesta, og at teir ongantíð skulu avskrivast. So hvør veit?