Meining:
Annað mánakvøldið á rað upplivdu vit, at ítróttasendingin í sjónvarpinum, 3-2, bara var um bestu deildina í fótbólti hjá monnum.
Altíð gott, at síggja nógvan fótbólt hjá okkum fótbóltsáhugaðum. Men tað kann eisini verða ov stuttligt, og hetta er upp á onkran máta at vanvirða aðrar ítróttagreinar.
Hóast korona órógvaði flest allar ítróttagreinar og fleiri endaðu kappingarárið, so er nógv virksemi í ymsu ítróttagreinunum. Tað kundi verið gjørt nógv spennandi tilfar, um hvussu ítróttagreinarnar hava klárað seg gjøgnum koronatíðina, hvussu venjingarnar og landsliðsvirksemi fer fram fram, og so framvegis.
Kappróðrarárið liggur eisini fyri framman, og aðrar summarítróttagreinar sum súkkling og renning hava, um eg ikki takið feil, havt onkrar kappingar seinastu vikurnar.
Jú, sanniliga er nógv annað at tríva í enn fótbóltur.
Eg veit ikki, hví 3-2-sendingarnar seinnu árini spakuliga eru vorðnar verri. Eg vænti ikki, at KvF manglar dugnalig fólk, sum duga at gera góðar sendingar. Heldur man tað vera, at manglandi orka verður sett av til at gera veruligar ítróttasendingar.
Í løtuni hava vit tríggjar stovnar, sum senda frá ítrótti í útvarpi og sjónvarpi, tveir almennar stovnar, KvF og Televarpið, og so FM1, sum er óførir við beinleiðis frásøgnum frá fótbólti, hondbólti og flogbólti.
Alt ov ofta varpa tær báðar útvarpsrásirnar út frá sama dysti, og tað gevur akkurát sum onga meining í einum so lítlum landi við so lítlari sendiorku at kappast um at senda tað sama.
Tí hevði tað kanska verið eitt gott hugskot, at øll orka varð brúkt til at samstarva um at gjørt veruligar dygdargóðar ítróttasendingar, og sjálvandi skuldu allar ítróttagreinar verið við í hesum sendingum.