Einki óvæntað úrslit var í øðrum umfarið í Betri Deildini hjá monnum. B36, HB og NSÍ vunnu lættliga móti ávikavist AB, ÍF og EB/Streymi. Víkingur vann til endans eisini rímiliga greitt móti Skála, sum gav víkingum ein hvøkk fyrst í dystinum. Nærmast við at missa stig av topp-5 var KÍ, sum ikki skoraði sigursmálið suðuri í Trongisvági fyrr enn langt inni í yvirtíðini.
Úrslitini í dag geva okkum tað ábending, at einki er broytt, hvat viðvíkir topp-5 og botn-5. Sjálvandi er tað nakað tíðliga at siga enn. Men tað tykist framvegis at vera rættiliga stórur kvalitetsmunur millum topp-5 og botn-5, og væntandi fara fimm tey bestu ikki at missa nógv stig móti botn 5.
Úrslitini í dag:
1-0: Sjálvmál 8
2-0: Árni Frederiksberg 16
3-0: Meinhard Olsen 93
EB/Streymur - NSÍ 0-3 (0-2)
0-1: Mórits Heini Mortensen 7
0-2: Aron Knudsen 25
0-3: Petur Knudsen br 63
ÍF - HB 1-3 (0-3)
0-1: Heðin Hansen 4
0-2: Adrian Justinussen 14
0-3: René S. Joensen 35
1-3: Uros Stojanov 92
Víkingur - Skála 5-2 (1-1)
0-1: Andreas E. Jacobsen 9
1-1: Finnur Justinussen 45
2-1: Sjálvmál 48
3-1: Sølvi Vatnhamar br 64
3-2: Jan Ingason Hansen 68
4-2: Lukasz Cieslewicz 83
5-2: Gunnar Vatnhamar 89
TB - KÍ 1-2 (0-1)
0-1: Jóannes Bjartalíð 29
1-1: Rógvi Joensen br 79
1-2: Jóannes Bjartalíð br 94