HB avgjørdi í fyrra hálvleiki


Hóast HB ofta hevur havt tað trupult í Fuglafirði, so var eingin ivi í dag, hvat lið var betri í Fuglafirði.
HB førdi longu 2-0, áðrenn ÍF hevði havt nakað sum helst álop.


HB legði eitt øðiligt trýst frá byrjan og í 11. minutti kláraði ÍF ikki longur at standa móti trýstinum. Daniel Johansen vann bóltin aftur eftir ÍF hevði skallað eitt hornaspark burtur. Hann rak framvið verjuni og legði innfyri úr vinstru síðu, har Heðin Hansen skallaði bóltin í málið.

Nakrar fáar minuttir seinni legði Daniel aftur bóltin innfyri, eftir at HB hevði vunnið bóltin á miðjuni, og hesaferð skallaði Adrian Justinussen bóltin í málið.

Hesa løtuna kláraði ÍF ikki at spæla bóltin sína millum og mátti bara sparka bóltin burtur. Sum dysturin leið, kom ÍF kortini betri við í dystin, og hevði eisini tveir góðar málmøguleikar. Miðverjin Jens Joensen skeyt beint fram við málið, og løtu seinni sendi Ari Ellingsgaard eitt frálíkt langskot á stongina.

Og best sum ÍF var koma nakað við í spælið, so avgjørdi HB í roynd og veru dystin. 35 minuttir vóru spældir, tá ið bólturin varð lagdur innum verjuna hjá ÍF, og har skallaði Mattias Nygaard víðari til René Shaki Joensen, sum sendi bóltin í málið.

Seinni hálvleikur byrjaði eins og fyrri við einum HB trýsti, men tá ið fimm minuttir vóru spældir, fekk Daniel Johansen hjá HB seinna gula kortið fyri at forða ÍF at taka eitt innkast. Av sonnum eitt býtt gult kort, og ÍF kom nú veruliga við í spælið.

ÍF hevði spælið restina av dystinum, og kom eisini til nakrar møguleikar. Men skotini vóru óneyv, og nakrar ferðir raktu fuglfirðingar beint á Teit Gestsson í HB-málinum.

Tað var ikki fyrr enn í seinastu løtu, at tað eydnaðist nýggja málskjúttanum hjá ÍF, Uros Sjojanov at minka um munin til 1-3, men tá var alt ov seint.

HB fekk í hesum dystinum víst, at teir kunnu skora mál upp á aðrar mátar, enn við langskoti frá Adrian Justinussen. Trýstspælið hjá teimum riggar væl botn teimum verru liðunum, men enn vita vit ikki, hvussu tað riggar móti topp-5. Mattias Nygaard var sjónligur á miðvøllinum í dag, og eisini sær út til, at HB hevur eina sera sterka miðverju við Heðin Hansen og Delphin Tshiembe.

ÍF hevur ein ótroyttiligan stríðsvilja, og m.a. vann Karl Løkin nógvar nærdystir á miðvøllinum. Hinvegin gekst illa at fáa nakað samanhangandi spæl, í hvussu er móti einum so sterkum liði sum HB. ÍF sær í hvussu er nógv robustari út enn í fjør



Betri Deildin Menn

ÍF - HB 1-3 (0-3)


0-1 11. min, Heðin Hansen

0-2 14. min, Adrian Justinussen

0-2 35 min, René Joensen

1-3 93 min, Uros Stojanov



ÍF:

25 Milos Budakovic - 22 Sjúrður Pauli Nielsen, 4 Jens Joensen (81 21 Tóri Olsen), 3 Jan Ellingsgaard, 23 Andy Olsen- 10 Ari Ellingsgaard (90 17 Sámal Joensen), 11 Hákun Edmundsson, 6 Karl Løkin, 9 Filip Djordjevic- 14 Gundur Ellingsgard (46. 7 Dánjal á Lakjuni) - 8 Uros Stojanov,

Á beinkinum: 13 Jákup Nolsøe Olsen, 15 Bogi Løkin, , 19 Rói Kallsoy Róin, 20 Jóhan Petersen

Venjari: Hans Jørgen Djurhuus

Gult kort: Jens Joensen 29, Karl Løkin 33, Hákun Edmundsson 65



HB:

1 Teitur Gestsson - 15 Heri Hjalt Mohr (88 28 Samuel Johansen Chukwudi), 5 Delphin Tshiembe, 4 Heðin Hansen, 6 Daniel Johansen - 18 Mathias Nygaard, 21 Mikkel Frankoch, 8 Dan í Soylu - 11 Pætur Petersen (69 25 Øssur Dalbúð), 10 René Joensen (76 17 Bartal Wardum), 7 Adrian Justinussen

Á beinkinum: 16 Jákup Højgaard, 20 Ási Dam, 26 Gilli Róason

Venjari: Jens Berthel Askou

Gult kort: Daniel Johansen 44, Teitur Gestsson 71, Adrian Justinussen 88

Reytt kort: Daniel Johansen 51