Tað eru nógvar meiningar um, hvør er besti fótbóltsspælari gjøgnum tíðirnar. Frá fyrstu veruligu heimsstjørnuni, Ferenc Puskás, til Pelé, Franz Beckenbauer, Johan Cruyff, Diego Maradona, Marco van Basten, Ronaldo (tí fyrsta) og Zinidane Zidane til nútíðar superstjørnurnar Cristiano Ronaldo og Lionel Messi.
Allir hesir vóru og eru úrmælingar í síni tíð, Men hvør var best?
Her havi eg valt, at vísa fýra filmsbrot við teimum fýra spælarunum, sum eg haldi hava skarað framúr. Pelé, Diego Maradona, Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. Hvør teirra er allarbest, skal eg ikki taka støðu til.
Pelé - Edson Arantes do Nascimento
17 ára gamli unglingin úr Brasil, Pelé, trein inn á fótbóltspallin í HM-endaspælinum í Svøríki í 1958, sum yngsti leikari, sum hevði spælt í einum HM-endaspæli. Hann skoraði eitt mál í dystinum móti Sovjet, og restin er søga. Pelé skoraði seks mál í fýra dystum, harav tvey í finaluni móti Svøríki, sum Brasil vann 5-2.
Í 1962 endurvann Brasil HM, men Pelé gjørdist skaddur eftir tveir dystir.
Í 1966 fekk HM ein bráðan enda fyri Pelé. Móti Portugal varð hann takklaður so ljótt, at HM var liðugt hansara vegna. Pelé lovaði eftir dystin, at hann ongantíð aftur fór at spæla í einum HM-endaspæli.
Men hann broytti meining, og gjørdist í 1970 tann fyrsti, og higartil einasti leikarin, at vinna HM tríggjar ferðir. Finaluna vann Brasil 4-1 á Italia. Dysturin verður av mongum mettur at vera tíðarinnar besti fótbóltsdystur.
Diego Armando Maradona
Gandakallurin úr Argentina varð beinanvegin samanborin við Pelé. Hann var akkurát ov ungur at vera við í HM-endaspælinum á heimavølli í 1978, sum endaði við, at Argentina gjørdist heimsmeistari.
HM-endaspælið í 1982 endaði við, at hann fekk reytt kort í dysti móti Brasil.
HM í 1986 gjørdist kappingini hjá Maradona, sum nærum einsamallur vann heimsmeistaraheitið heim til Argentina.
Við helst tí besta spælinum vit hava sæð frá einum einstakum leikara í eitt avmarkað tíðarskeið, spældi hann seg inn í hjørtuni hjá øllum fótbóltsáhugaðum.
Serliga tey bæði málini í dysti móti Onglandi standa eftir í søgubókunum, Fyrst skoraði hann við hondini, sum hann eftir dystin kallaði Guðs hond. Og síðan tá ið hann rak av egnari hálvu og sendi bóltin enska málið. Eitt mál sum stendur eftir í søguni, sum eitt av teimum bestu nakrantíð.
Maradona var tvær ferðir heimsins dýrasti leikari. Fyrst tá ið hann í 1982 skifti frá Boca Juniors til Barcelona fyri 3 mió. pund, og í 1984, tá ið hann skifti til Napoli fyri 5 mió. pund.
Í Napoli gjørdist hann ein sannur gudur, og førdi hann í 1987 og 1990 Napoli til tey bæði einastu meistaraheitini, felagið hevur vunnið.
Cristiano Ronaldo
Tá ið Cristiano Ronaldo sum 18 ára gamal kom til Manchester United í 2003, var skjótt greitt, at enska stórfelagið hevði fingið fatur á einum heilt serligum leikara. Hann vann enska meistaraheitið tríggjar ferðir og Champions League eina ferð við UnitedTá ið hann í 2009 skifti til Real Madrid sum heimsins dýrasti leikari fyri 80 mió. pund, var hann millum heimsins bestu leikarar. Seinastu tíggju árini hava hann og Lionel Messi kappast um at verið heimsins besti leikari og kappast um at taka øll hugsandi met.
Cristiano Ronaldo er við 128 málum í skrivandi løtu mest skorandi leikarin í Champions League nakrantíð. Eisini vann hann Champions League fýra ferðir við Real Madrid og La Liga tvær ferðir.
Ronaldo spælir nú í Juventus, har hann eisini er í ferð við at taka ymisk met fyri at skora nógv mál.
Á landsliðinum var hæddarpunktið hjá Ronaldo, tá ið Portugal í 2016 gjørdist evropameistari.
Lionel Messi
Pinkalítli Messi kom úr Argentina til Barcelona longu sum 14 ára gamal í 2001. Tað sigst, at hann kom til Barcelona, tí at katalanska stórfelagið vildi gjalda fyri eina viðgerð við vakstrarharmonum.Hann spældi sín fyrsta dyst fyri Barcelona sum 17 ára gamal í 2004, og síðan hevur hann spælt 750 dystir og skotið 638 mál fyri Barca. Hann hevur eisini saman við Barcelona vunnið 10 sponsk meistaraheiti og Champions League fýra ferðir.
Líka væl sum tað hevur gingist hjá Messi í Barcelona, líka so trupult hevur hann havt tað á landsliðnum hjá Argentina. Hann hevur alla tíðini verið samanborin við Diego Maradona, men higartil hevur hann ikki megnað, at vunnið landi sínum heimsmeistaraheitið, og tí hevur hann als ikki sama status sum Maradona í heimlandinum.