Showing posts with label Altjóða fótbóltur. Show all posts
Showing posts with label Altjóða fótbóltur. Show all posts

Brøndby ikki víðari í Champions League

Tað eydnaðist ikki Brøndby at tryggja Norðurlondum tvey lið í bólkaspælinujm í Champions League.

Útgangsstøðið var gott, tí Brøndby tapti bara 2-1 í Eysturríki móti RB Salzburg. Men skjótt gjørdist brekkan brøtt, tí longu tá ið 10 minuttir vóru spældir var 2-0 til Salzburg.

Tað eydnaðist Brøndby at skapa eitt sindur av spenningi í dystin, tá ið teir eftir ein tíma minkaðu um munin til 2-1. Men nærri komu donsku meistararnir ikki, og RB Salzburg fer víðari í bólkaspælið.

Moldovar fyri fyrstu ferð í bólkaspælið
Heilt óvæntað, vann FC Sheriff úr Moldova samanlagt 3-0 á Dynamo Zagreb, og eru harvið fyrsta liðið úr Moldova, sum spælir seg í bólkaspælið.

Eisini Shakhtar Dontesk úr Ukreina spældi seg víðari, tá ið teir vunnu samanlagt 3-2 móti Monaco.

Champions League á uefa.com

Svensku Malmø í Champions League

Seinnu árini hevur verið longri og longri millum, at norðurlendsk feløg spæla seg til Champions League í fótbólti.

Hetta kappingarárið verður kortini norðurlendsk luttuka, tí svensku meistararnir Malmø FF hava spælt seg í heimsins bestu fótbóltskapping.

Malmø tapti í kvøld 2-1 móti bulgarsku Ludogorets. Men av tí at teir vunnu fyrra dystin á heimavølli 2-0 eru teir ljósabláu komnir í tað lovaða landið. Bara fyri at kom í bólkaspælið fær Malmø umleið 150 mio krónur í okkara pengum.

HB sera gott útgangsstøði


UEFA Conference League: HB - Budućnost Podgorica 4-0 (1-0)
HB vann greiðan 4-0 sigur móti gestunum úr Montenegro. Nú kann HB næstan ikki kiksa! Ella kunnu teir tað? Tí um nakrar kann lorka so greiða leiðslu burtur, so er tað HB.

Áttandapartsfinalurnar í EM eru hesar

Leygardagin 26. juni
Wales – Danmark kl. 17.00 í Amsterdam
Italia – Eysturríki kl. 20.00 í London

Sunnudagin 27. juni
Niðurlond – Kekkia kl. 17.00 í Budapest
Belgia – Portugal kl. 20.00 í Sevilla

Mánadagin 28. juni
Kroatia – Spania kl. 17.00 í Keypmannahavn
Frakland – Sveis kl. 20.00 í Bukarest

Týsdagin 29. juni
Ongland – Týskland kl. 17.00 í London
Svøríki – Ukreina kl. 20.00 í Glasgow

Soleiðis fer EM-kappingin víðari fram

Frálíkt fótbóltskvøld við tveimum skermum

Ádám Szalai legði tíðliga Ungarn fram um móti Týsklandi, og Ungarn sá leingi út til at lumpa antin Týskland ella Portugal í deyðans bólki. Tá ið Kai Havertz langt um leingi javnaði fyri Týskland, so svaraði Ungarn aftur beinanvegin, tá ið András Schäfer skoraði.

Endin var kortini, at Leon Goretzka tryggjaði Týsklandi tann neyðuga javnleikin, og so kom Týskland víðari.

Portugal var nummar 1, 2, 3, og 4 í kvøld
Dysturin millum Frakland og Portugal endaði eisini 2-2. Dómarin var í gávuhýri og dømdi trý brotsspørk, sum hann ikki nýttist at døma. Fyrst fekk Portugal eitt, sum Ronaldo skoraði. So fekk Frakland eitt, sum Benzema skoraði.

Benzema legði eisini Frakland fram um 2-1, eftir frálíka sending frá Paul Pogba, og tá ið ein tími var spældur var aftur brotsspark til Portugal. Ronaldo skoraði sítt 109. mál á landsliðnum, og harvið er hann javnur við málmetið hjá iranska landsliðsleikarnanum Ali Daei.
Les meira um Portugal og Frakland á uefa.com

Fótbóltur til fólki

Free Images : structure, auditorium, perspective, line, auto, blue ...
Tá ið Winston Churchill varð spurdur um, at skerja játtanina til mentan til frama fyri játtan til kríggj, svaraði hann stutt og greitt, “hvørjum stríðast vit so fyri?”

Tá ið íslendingar vóru í djúpu fíggjarligu kreppuni, valdu teir at halda fram við at byggja mentanarhúsið Harpuna.

Og nú koronasjúkan hevur ført allan heimin í eina kreppu, verður nógv gjørt fyri at fáa fótbóltin í gongd aftur, so at fólki far okkurt annað enn koronakreppu at hugsa um.

Sæð burtur frá Hvítarusslandi verða Føroyar helst fyrsta landið í Evropa, sum fer í gongd við fótbóltin aftur um eina viku, tann 9. mei.

Heimsins besti nakrantið?

Nú vit ítróttaidiotar keða okkum, tí eingin ítróttur er at fara til ella at hyggja eftir í sjónvarpi, so mugu vit royna at fáa tíðina at ganga við onkrum. Her eru fýra filmsbrot við tí besta hjá fýra av allarbestu fótbóltsleikarum nakrantíð.