Fótbóltur til fólki

Free Images : structure, auditorium, perspective, line, auto, blue ...
Tá ið Winston Churchill varð spurdur um, at skerja játtanina til mentan til frama fyri játtan til kríggj, svaraði hann stutt og greitt, “hvørjum stríðast vit so fyri?”

Tá ið íslendingar vóru í djúpu fíggjarligu kreppuni, valdu teir at halda fram við at byggja mentanarhúsið Harpuna.

Og nú koronasjúkan hevur ført allan heimin í eina kreppu, verður nógv gjørt fyri at fáa fótbóltin í gongd aftur, so at fólki far okkurt annað enn koronakreppu at hugsa um.

Sæð burtur frá Hvítarusslandi verða Føroyar helst fyrsta landið í Evropa, sum fer í gongd við fótbóltin aftur um eina viku, tann 9. mei.

Flestu lond ætla at fáa fótbóltin í gongd við ongum áskoðarum, og ymisku deildirnar fara í gongd soleiðis:

Bundesligan

Týskland hevur eisini havt ætlanir at byrja 9. mei, men enn mangla ymiskar góðkenningar frá myndugleikunum, og tí er lítið sannlíkt, at Bundesligan fer í gongd sama dag sum Betri Deildin í Føroyum.

Premier League

Enska Premier League arbeiðir eisini við nógvum møguleikum, hvussu byrjast kann at spæla fótbólt aftur. Premier League vónar at kunna byrjar aftur í juni. Ætlanin er at spæla á uttanveltaðum vøllum við ongum áskoðarum og at kanna leikarar, venjarar og onnur við túsundtals koronakanningum.

La Liga og Seria A

Sjálvt í Italia og Spania, sum hava verið sera hart rakt av koronasjúkuni, verður arbeitt við ætlanum at fáa bestu deildirnar í gongd aftur í juni.

Norðurlond

Í Danmark vóna tey enn, at spæla fótbólt aftur seinast í juni. Í Svøríki og Noregi fylgir kappingarárið eins og í Føroyum kalendaraárinum, og kappingarnar vóru als ikki byrjaðar, áðrenn koronakreppuna. Sviar og norðmenn ætla, sum nú er, at byrja fótbóltin aftur mitt í juni.

Belgia, Niðurlond og Frakland

Belgia, Niðurlond og Frakland eru einastu londini, sum hava avgjørt, at fótbólturin verður ikki tikin upp aftur hetta kappingarárið.

Champions League og Europa League

UEFA ætlar at enda evropeisku liðkappingarnar í august. Sjálv Champions League finalan verður, um alt gongst væl, í Istanbul 29. August.