Á fundi í gjár samdust øll feløgini í Premier League um, at kappingarárið 2019/2020 skal spælast liðugt, tá ið tað er trygt at gera tað.
Ætlanin er at allir dystirnir skulu spælast á uttanveltaðum leikvøllum og sjálvandi við ongum áskoðarum. Leikvøllirnir verða valdur út saman við løgregluni, soleiðis, at tað verður lætt at halda viðhaldsfólkum burtur.
Í Onglandi er støðan viðvíkjandi korona ein heilt onnur enn her í Føroyum, og fólk eru bangin. Tí verða sera strangar mannagongdir, um farið verður í gongd aftur. M.a. er ætlanin at kanna leikararnar tvær ferðir um vikuna fyri korona, og tað fer at krevja fleiri túsund koronakanningum.
premierleague.com
premierleague.com