Eftir eitt drúgt summar við vinardystum og hálvvánaligum EM-dystum, sleppa vit endiliga at síggja ordiligan fótbólt aftur, nú okkara lið Liverpool vitjar uppflytaran Ipswich, kl. 12.30 í morgin leygardagin.
Og hesaferð byrja vit fullkomuliga av nýggjum, nú Arne Slot úr Niðurlondum skal stjórna okkara monnum, nú vit fyri fyrstu ferð í níggju ár skifta venjara.
Tað er sjálvandi sera ringt at vita, hvussu tað ferð at gangast hjá Arna, tí tað er ikki bara soleiðis at avloysa ein so markantan venjara sum Klopp. Vit kenna eisini søguna um, hvussu tað gekst hjá avloysarunum eftir Alex Ferguson í United og Wenger í Arsenal.
Tað tykist kortini, sum at Liverpool hevur gjørt gott forarbeiði, áðrenn Slot varð settur sum venjari.
Tey flestu vænta, at Liverpool fer framhaldandi at verða við í toppinum í Premier League. Tó eru flestu serfrøðingar samdir um, at tað verða City og Arsenal, sum fara at kappast um meistaraheitið.