
Framvegis er eisini ógreitt, um Premier League verður tikin upp aftur, hóast tað er stórur vilji til tað bæði hjá feløgunum og myndugleikunum.
Eitt er, at feløgini í Premier League ikki eru samd, um spælast skal á uttanveltaðum vøllum ella ikki.
Liðini í botninum eru í móti at spæla á uttanveltaðum vøllum, tí tey halda seg missa fyrimunin av heimavølli í endaspurtinum at umganga niðurflyting úr Premier League.
Her verður mett, at talan eru minst seks tey niðastu liðini, møguliga fleiri. Tað skulu 14 lið atkvøða fyri einari og hvørjari avgerð í Premier League fyri at hon skal setast í verk.
Eitt annað er, at talið av koronasmittaðum í Onglandi ikki veruliga er farið at lækka enn, hinvegin er deyðstølini er minkandi
Í kvøld kl. 20.00 fer Boris Johnson, forseti, at tala til tjóðina, um hvussu enska samfelagið kann latast upp aftur. Tá fæst kanska ein greiðari mynd av, um fótbólturin kann fara í gongd aftur í Onglandi, og nær.