So er fyrsta umfar í Betri Deildini endiliga spælt, og vit kunnu byrja at gera fyrstu varisligu metingarnar, um hvussu kappingarárið fer at laga seg.
B36 og AB komu best frá byrjan, og bestu boðini upp á toppskjúttar hetta kappingarárið, Klæmint og Adrian, komu eisini væl í gongd.
KÍ - B36 0-2
B36 vísti beinanvegin, at teir veruliga vilja gera tað eitt stig betri enn í fjør, tá ið meistararnar úr KÍ vórðu settir upp á pláss í Klaksvík.
Hjá KÍ mugu teir kanska, eins og HB í fjør, sanna, at tað er torført at endurvinna eitt meistaraheiti. Men enn er stutt fráligið, so tað er ríkilig tíð hjá KÍ at reisa seg.
NSÍ - TB 3-1
NSÍ gjørdi sína skyldu og vann 3-1 á TB. Klæmint Olsen kom eisini í gongd við málskjótingina longu í fyrsta umfari.
Tvørámenn eru altið tørførir at meta um undan kappingina, tí ofta eru nógvir nýggir ókendir útlendskir leikarar á liðnum. Teir skulu ikki vera alt ov keddir av hesum ósigrinum, tí tað er móti hinum botn-5-liðunum, teir skulu vinna stigini.
HB - EB/Streymur 1-0
Hvat skuldi HB gjørt uttan Adrian Justinussen. HB spældi og spældi, men skapti ikki tað stóra. Adrian Justinussen átta næstan allar vandamiklu royndirnar við langskoti, og tað var eisini hann sum avgjørdi dystin, tá ið hann hamraði eitt fríspark upp í tríkantin.
EB/Streymur kann verða nøgt við verjuspælið, og teir kunnu gerast torførir at vinna móti hetta kappingarárið.
Skála - ÍF 1-2
Fuglfirðingar hava longu nú næstan eins nógv stig og í fjør. Stóri maðurin hjá ÍF var Uros Stojanov, sum skoraði bæði málini.
Skála kann fáa tað trupult í ár, tí fleiri av berandi leikarunum frá í fjør eru farnir til onnur feløg ella eru givnir.
AB - Víkingur 0-0
Argjamenn stóðu fyri tí mest óvæntaða úrslitinum í fyrsta umfari, tá ið teir spældu málleysan javnleik móti Víkingi. AB er annars av fleiri mett at vera veikasta liðið hetta kappingarárið, men tað sást einki til á Argjum í dag.
Víkingar kunnu ikki vera nøgdir við fyrsta dystin, um teir ætla sær heilt fram í oddin í ár. Hóast Víkingur hevði bóltin meira, so kundi AB tað sama vunnið dystin sum Víkingur.