Dystarfrásøgn: AB - Víkingur 0-0 (0-0)
Víkingur var undan dystinum rimmar favorittur at vinna dystin móti AB. Men tað sást ikki á vøllinum, at talan var um eitt lið, sum vil verða í toppinum og eitt, sum nógv vænta fer at stríðast móti niðurflyting.Hóast Víkingur í løtum var omaná leikliga, so kundi AB akkurát tað sama farið avstað við sigrinum, og javnleikur var helst eitt rættvíst úrslit í einum dysti, sum var nógv stuttligari at hyggja eftir í seinna hálvleiki.
AB tók øll á bóli fyrstu løtuna við at leggja trýst høgt á vøllinum, og AB hevði eisini nakrar rímuligar møguleikar, og Tóki á Lofti fekk ein stóran møguleika, men mál kom einki.
So við og við yvirtók Víkingur spælið. Tað vóru kortini fáir møguleikar at skriva heim um. Fyrri hálvleikur var ikki serliga áskoðaravinarligur, og bæði liðini striddust við at hava nakað samanhangandi spæl.
Eina løtu miðskeiðis í fyrra hálveiki eydnaðist Víkingi at skapa nakrar hálvar møguleikar. Eftir samanspæl millum Andreas Lava Olsen og Finn Justinussen varð bólturin lagdur inn fyri, har Jákup Johannesen kom til skot, men Silas Eyðsteinsson bjargaði lættliga. Løtu seinni kom Finnur Justinussen til skot inni í brotsteiginum, men skotið fór beint á Silas.
Best sum Víkingur hevði yvirtikið spælið, fekk AB tveir rímiliga góðar møguleikar í mótálopum, men einki spurdist burtur úr.
Seinni hálvleikur var stuttligari at hyggja eftir enn fyrri. Bæði liðini løgdu meira fyri í álopspartinum, og høvdu eisini onkrar stórar møguleikar. Tað lá líka sum eitt mál í luftini ta einu løtuni í seinna hálvleiki
Teir størstu møguleikarnar hjá Víkingi høvdu Sølvi Vatnhamar, sum skjeyt framvið steingini beint eftir steðgin, og heimafturkomni Finnur Justinussen sum í yvirtíðini ikki rakti bóltin, tá ið hann datt fyri føturnar á honum beint frammanfyri málið.
Rógvi Poulsen hevði størsta møguleikan hjá AB. Eftir eitt kontra endaði bólturin hjá Lawal á baklinjuni vinstrumegin máilð. Lawal gav sær neyðugu tíðina og fann Rógva Poulsen, sum skjeyt upp um.
AB hevði eisini fleiri aðrar góðar støður, har leikarar ofta valdu skeivu avgerðina og skutu ístaðin fyri at spæla upp aftur leysari leikarar. Hjá AB var serliga Bjarki Nielsen vandmiki í vinstru síðu, og eisini sá Lawal sá út til at vera ein veruligur fongur hjá argjamonnum við sínujm góða bóltførleika og evnum at halda upp á bóltin.
Hjá Víkingi sóust teikin um, at álopsspælið kann gerast betri. Potentialið er stórt. Sølvi Vatnhamar og Lukasz Cieslewicz mitt fyri, Andreas Lava Olsen og Finnur Justinussen í álopinum. Eisini Ari Olsen og Elias Lervig á bakkunum vóru støðugar hóttanir fram eftir vøllinum. Far Víkingur hesar at harmonera, so kann Víkngur veruliga gerast stuttligir at hyggja eftir seinni í ár.
AB – Víkingur 0-0 (0-0)
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
AB: 1 Silas Eyðsteinsson - 14 Trondur á Høvdanum, 19 Sørin Samuelsen, 10 Bjarni Skála, 4 Ásbjørn Heðinsson - 9 Tóki á Lofti (90. 3 Ragnar Rasmussen), 17 Bartal Petersen, 21Rógvi Poulsen, 22 Bjarki Nielsen, 30 Adeshina Lawal, 11Hans Jákup Annfinsson (73 8 Janus Svabo Samuelsen)
Á beinkinum: 25 Bjarki Vitalis Mørk, 6 Gert Drangastein, 13 Jónas Stenberg,
Venjari: Símun Samuelsen
Gult kort: Bartal Petersen 12, Trondur á Høvdanum 33, Janus Svabo Samuelsen 90
Víkingur:
1 Elias Rasmussen - 22 Ari Olsen, 4 Atli Gregersen, 26 Vukasin Tomic, 5 Elias Lervig - 2 Andreas Lava Olsen (66. 18 Arnbjørn Svensson) - 10 Sølvi Vatnhamar, 6 Bogi Reinert Petersen, 11 Lukasz Cieslewicz (83. 21 Noah Mneney), 7 Jákup Johansen (66. 14 Ingi Jonhardsson) - 17 Finnur Justinussen
Á beinkinum: 8 Bergur Gregersen, 9 Hans Jákup Lervig, og 21 Noah Mneney
Venjari: Eyðun Klakkstein
Gult kort: Bogi Reinert Petersen 27, Andreas Lava Olsen 51, Arnbjørn Svensson 79, Ingi Jonhardsson 85,
1 Elias Rasmussen - 22 Ari Olsen, 4 Atli Gregersen, 26 Vukasin Tomic, 5 Elias Lervig - 2 Andreas Lava Olsen (66. 18 Arnbjørn Svensson) - 10 Sølvi Vatnhamar, 6 Bogi Reinert Petersen, 11 Lukasz Cieslewicz (83. 21 Noah Mneney), 7 Jákup Johansen (66. 14 Ingi Jonhardsson) - 17 Finnur Justinussen
Á beinkinum: 8 Bergur Gregersen, 9 Hans Jákup Lervig, og 21 Noah Mneney
Venjari: Eyðun Klakkstein
Gult kort: Bogi Reinert Petersen 27, Andreas Lava Olsen 51, Arnbjørn Svensson 79, Ingi Jonhardsson 85,