Adrian bjargaði HB enn einaferð

Dystarfrásøgn: HB - EB/Streymur 1-0 (1-0)

Hóast HB hevði bóltin næstan allan dystin og førdi 1-0, so var kortini nær við at EB/Streymur javnaði móti endanum av dystinum, tá ið innskifti Tóki Johannesen gjørdist púra leysur í einum mótálopi. Hann hevði Símun Sólheim við høgrumegin, men valdi at skjóta sjálvur. Tíbetur fyri HB var Teitur Gestsson í HB-málinum klárur, eftir at hava verið áskoðari so at siga allan dystin.


Annars setti HB seg á spælið frá byrjan, og hevði alt spælið allan fyrsta hálvleik. Men EB/Streyma-verjan stóð væl, og HB hevði sera torført við at koma í gjøgnum.

HB hevði eina rúgvu á hornaspørkum, men teir fingu ov lítið burtur úr, og sjáldan gjørdust hornaspørkini vandamikil.

HB trýsti sera høgt á vøllinum, og tær fáu ferð EB/Streymur royndi at spæla seg út, mistu teir bóltin.

Mitt í fyrra hálvleiki, fekk Adrian fyrsta møguleikan við sínum kenda frísparksfóti, men bólturin streyk fram við vinstru stong hjá EB/Streyma-málverjanum, Róa Zachariassen.

Nú kom spakuliga meira bit í HB-álopið, og Pætur Petersen skuldi havt skallað bóltin í tóma málið, tá ið Rene Shaki Joensen legði inn eftir gott HB-spæl í vinstru síðu. Men hann kom ov nógv inn undir bóltin.

Fáar minuttir seinni var aftur fríspark til HB, og hesa ferð sveik Adrian Justinussen ikki. Hann sendi frísparkið í málið, og so var HB uppiborið á odda.

HB sat á spælinum hálvleikin út, og hevði nøkur hornaspørk afturat, men veruliga vandamikið varð tað sjáldan.

Seinni hálvleikur helt fram eins og fyrri. HB hevði spælið, men tá ið sæð verður burtur frá langskotinum hjá Adrian, so var HB ongantíð vandamikið.

Tá ið bæði liðini framdu nakrar útskiftingar í seinna hálvleiki broyttist spælið eitt sindur. Hjá HB merktist, tá ið René Shaki Joensen og Mathias Nygaard vórðu skiftir út. Eftir tað misti HB nakað av yvirtakinum.

Og so hendi tað, sum so ofta hendir. HB hevði ikki avgjørt dystin, og tá ið tíggju minuttir vóru eftir, valdi EB/Streymur at satsa meira frameftir vøllinum. Eitt sindur av fjáltri kom á HB-liðið, og so fekk EB/Streymur tveir møguleikar, m.a. tann gylta, sum vit hava skrivað um. 

Í HB skulu tey nokk vera glað fyri, at málrevurin Arnbjørn Hansen ikki var á vøllinum hesa seinastu løtuna, tí hann plagar at skora, tá ið møguleikin bíðst. Arnbjørn varð skiftur út í hálvleikinum.

Alt í alt ein uppiborðin HB-sigur, men skal HB heilt upp í oddin má álopsspælið gerast hvassari. Adrian fer nokk ikki hvørja ferð at klára at bjarga HB, so aðrar loysnir mugu eisini finnast.

Í EB/Streymi kunnu teir hóast ósigurin vera hampiliga væl nøgdir. Liðið stóð væl á vøllinum eins og teir gjørdu í venjingardystinum móti B36, og tað skal ikki undra, um fleiri lið fáa trupult við at vinna móti sundalagsmonnum í ár.


Betri Deildin Menn
HB - EB/Streymur 1-0 (1-0)
Dómari: Eiler Rasmussen

26. 1-0, Adrian Justinussen

HB
1 Teitur Gestsson - 15 Heri Hjalt Mohr, 5 Delphin Tshiembe, 4 Heðin Hansen, 6 Daniel Johansen - 18 Mathias Nygaard (76. 25 Øssur Dalbúð), 21 Mikkel Frankoch, 8 Dan í Soylu - 11 Pætur Petersen, 10 René Joensen (65. 17 Bartal Wardum), 7 Adrian Justinussen

Á beinkinum: 16 Jákup Højgaard, 20 Ási Dam, 22 Dánjal Reginsson, 23 Hanus Pauli Danielsen, og 28 Samuel Johansen Chukwudi

Venjari: Jens Berthel Askou

Gult kort: Rene S. Joensen 40, Delphin Tshiembe 84

EB/Streymur 
1 Rói Zachariasen - 17 Petur Zachariasen, 4 Bjarni Petersen, 3 Árni Olsen, 13 Ragnar Danielsen (85. 26 Andras Olsen) - 2 Símun Sólheim, 6 Hjalti Djurhuus, 20 Poul G Olsen, 23 Teitur Olsen - 8 Rói Olsen (64 9 Tóki Johannesen) - 22 Arnbjørn Hansen (46. 11 Niklas Kruse)

Á beinkinum: 12 Jóannes Davidsen, 7 Magnus Jarnskor, 14 Magnus Heinason, 25 Gutti Dahl-Olsen,

Venjari: Jákup Martin Joensen

Gult kort: Bjarni Petersen 19., Hjalti Djurhuus 46, Petur Zachariassen 49, Niklas Kruse 51, Tóki Johannesen 90.

Reytt kort: Árni Olsen