Í dag vísa almennu koronahagtølini null, í dag eru null dagar til Betri Deildin í fótbólti byrjar, og í dag vera eisini null áskoðarar til dystirnar í Betri Deildini.
Endiliga byrjar fótbólturin aftur, og hetta er upp á nógvar mátar eitt søguligt umfar. Koronakreppan hevur gjørt hetta umfari søguligt. Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða eingir áskoðarar og fyri fyrstu ferð nakrantíð verða landskappingardystir í Føroyum vístir beinleiðis í útlendskum sjónvarpi.
Eisini varpar FM1 hesar dystir:
Klokkan 15: HB-EB/Streymur
Klokkan 17: KÍ-B36
Klokkan 19: AB-Víkingur
Tað besta er sjálvandi at sleppa at síggja beinleiðis fótbólt aftur, og tað er sera gott, at Televarpið heldur fram at menna beinleiðis sendingar frá fótbólti.
Eisini er tað stuttligt við tí rímiliga stóra áhuganum, sum er íkomin uttanlands fyri føroyskum fótbólti. Serliga í Noregi, har norska TV2 fer at vísa dystir úr Føroyum hevur áhugin verið stórur, og heimasíðan hjá TV2 hevur skrivað nógv um føroyskan fótbólt, og teir hava eisini gjørt eitt fantasy-spæl við leikarum í Betri Deildini.
Í morgun tosaði heimsumfatandi rásin BBC World News við Mikkjal Thomassen, venjara hjá KÍ. Tað sigur eitt sindur um, hvussu stórur áhugin fyri fótbólti er í heimini, at ein so stór rás ómakar sær at tosa við ein venjara í einum av heimsins minstu fótbóltstjóðum.
Dystirnir í dag er hesir og Televarpið vísir dystirnar á hesum rásum: