Betri Deildin hjá monnum: B36 - KÍ 0-0 (0-0)
Veðrið var av tí allarbesta, nú B36 aftur spældi heima á ovara vølli, og tað var eisini heilt fitt av fólki rundan um vøllin.
Fyrsti parturin av dystinum var eitt støðukríggj, og tað hendi ikki tað stóra. Tá ið korterið var spælt, tók KÍ spakuliga yvir og hevði bóltin meira og meira. B36 hevði okkurt vandamikið mótálop, sum kundu ført til meira, um seinasta sendingin lá betri.
Men tað var KÍ, sum kom nærri og nærri málinum hjá B36, og tað einu ferðina beindi ein b36-ari bóltin á egna stong eftir eitt innlegg.
B36 helt tó stand, og helt KÍ frá teimum heilt stóru møguleikunum. Eitt sum gjørdi útslag var, at B36 megnaði at halda Árna Frederiksberg í stuttum snóri, og her er vert at nevna blaðunga Martin Agnarsson, sum alla tíðina var í krovinum á Árna.
Sum hálvleikurin leið stóð B36 einki aftan fyri KÍ, og nakrar ferðir kláraðu teir við Pingel á odda at leggja trýst á verjuna hjá KÍ.
Eina ferð vann Pingel bóltin við baklinjuna, tá ið Oddmar royndi at skerma bóltin út. Aftur hesaferð var avgerandi sendingin innfyri ov óneyv.
Tá ið 40 minuttir vóru spældir, tók dysturin nýggja vend. Hannes Agnarsson slapp eitt sindur heppið púra leysur móti málinum, og Claes Kronberg valdi at toga í hann, og so kundi dómarin ikki annað enn at taka reyða kortið úr lummanum.
B36 spældi tolið spæl frá byrjan í seinna hálvleiki, og dugdi væl at gera gagn av støðuni, nú teir vóru ein maður meira.
Magnus Holm Jacobsen lyfti bóltin hegnisliga til Martin Agnarsson, sum noyddi málverjan hjá KÍ at bjarga, og løtu seinni sendi Bjarni Petersen eitt gott skot móti málinum.
KÍ var tó ikki fyri ongum, og m.a. skeyt Árni Frederiksberg fríspark úr góðari støðu. Klaksvíkingar megnaðu eisini at halda eitt álop í fleiri minuttir. Hetta endaði við einum vandamiklum B36-kontraálopi, ið endaði við einum frísparki, sum einki spurdist burturúr.
KÍ royndi at trýsta B36 viðhvørt, og nakrar ferðir var nær við, at tað eydnaðist, men B36 kláraði at spæla út hvørja ferð.
B36 var tó við yvirlutan, og Heini Vatnsdal tók eitt gult kort fyri at steðga Hannisi Agnarssyni i fullari ferð á veg inn í brotsteigin.
Annars hevði KÍ við Jákupi Andreasen á odda rímiliga gott tamarhald á støðuni, og tað var sjáldan vandi á ferð í brotsteiginum hjá KÍ.
Seinastu løtuna megnaði KÍ at halda bóltin á hálvuni hjá B36, og teir dugdu eisini sera væl at brúka nógva tíð, so at teir ikki gjørdust troyttir. KÍ hevði eisini fleiri deyðbóltsstøður, og við einari hornasparksstøðu skallaði Jákup Andreasen á málið, men Mattias Lamhauge bjargaði meistarliga.
Løtu seinni hevði Hugin Samuelsen ein góðan møguleika í hinum endanum. Eitt innlegg kom inn fyri, men Hugin náddi ikki at reagera ordiliga, og so fór bólturin framvið málinum.
Tað, at KÍ yvirlivdi at vera ein maður í undirtali í ein heilan hálvleik, vísti okkum, at teir eru eitt veruligt meistaralið. Ringt at síggja, hvør skal steðga KÍ.
B36 vísti, at teir eru í støðugari framgongd, og tað skal ikki undra, um teir fara at megna at koma við í stríðið um evropeisku plássini, nú teir verða styrktir við Uros Stojanov.