Ongland í finalu fyri fyrstu ferð í 55 ár

EM-hálvfinala
Ongland - Danmark 1-1 (1-1)  (2-1 eftir umdyst)

Annað kvøldið á rað sóu vit eina frálíka EM-hálvfinalu, sum var spæld við nógvari ferð frá byrjan til enda.

Ongland byrjaði best, men Danmark kom skjótt við í dystin, og var omaná eina góða løtu. Tað gav eisini úrslit, tá ið stjørnuskotið Mikkel Damsgaard skoraði beinleiðis upp á fríspark. Hetta var fyrsta frísparksmálið í EM-endaspælinum.

Ongland tendraði nú turbo’ina, og fyrst mátti Kasper Schmeichel bjarga, tá ið Raheem Sterling gjørdist púra leysur. Løtu seinni javnaði Onglandi, tá ið danski liðskiparin, Simon Kjær, hart kroystur gjørdi sjálvmál, eftir gott enskt álopsspæl.

Seinni hálvleikur helt fram við somu øði, og bæði liðini royndu at loypa á hvørja ferð høvið beyðst. Kasper Dolberg skeyt eitt gott skot, og Schmeichel mátta gera eina framúr góða bjarging, tá ið Harry Maguire skallaði móti málinum.

Ein orsøk til nógvu ferðina og góða spælið, var góða dómaraavrikið hjá niðurlendska dómaranum, Danny Makkelie, sum helt fram við frálíku dómaralinjuni í endaspælinum. Hann dømdi sera fá fríspørk og lat spælið flóta, so at tað alla tíðina var gongd á dystinum. 
(Viðmerking: Móti endnum av dystinum datt dómarin í felluna, at døma fríspark til Harry Kane hvørja ferð, hann ikki tímdi at standa á beinunum. Hesi fríspørkini hevur Kane nú fingið í áravís, og tað tað má sigast at vera spell, at ein so góður og sterkur leikari dettur so lætt. Tað hevði klætt einum enskum liðskipara at víst seg sum ein mann og spælt fótbólt í staðin fyri at tvætla býtt)

Sum hálvleikurin leið, tók Ongland yvir alsamt meira av spælinum, og Danmark hevði torført við at koma av egnari hálvu. Tað hjálpti eitt sindur hjá Danmark at gera eina trífalda útskifting og taka ferðina úr dystinum. Hóast Ongland helt fram at vera omaná, so komu ikki fleiri mál, og dysturin fór út í umdyst.

Í umdystinum helt Ongland fram at hava bóltin. Orkan hjá dønum tyktist at ganga undan, og Danmark hevði úr at gera við at verja. Tá ið tólv minuttir vóru spældir gav enska trýstið úrslit. Sterling varð fedur í brotsteiginum, og dómarin dømdi eitt heldur bíligt brotsspark. Schmeichel bjargaði brotssparkinum hjá Harry Kane, men bólturin støkk út aftur til Kane, sum sendi eingilsmenn á sigurskós.

Danmark hevði einki at svara aftur við, og harvið er Ongland í einari finalu fyri fyrstu ferð í 55 ár.