Showing posts with label UEFA EURO 2020. Show all posts
Showing posts with label UEFA EURO 2020. Show all posts

Italia loyvdi ikki fótbóltinum heim

Finalan um evropameistaraheitið í fótbólti
Italia - Ongland 1-1 (0-1), 4-3 eftir brotssparkskapping

Italia er fult uppiborið evropameistari í fótbólti. Menninir hjá Mancini hava verið tað besta liðið í EM-endaspælinum, og tað vóru teir eisini í finaluni. Teir fingu eitt sjokk í øðrum minutti, tá ið Ongland kom fram um, men veteranurin Bonucci javnaði, og í brotssparkskappingini var risastóri málverjin Donnarumma tann stóra hetjan.

“Football is coming home” hava eingilskmenn sungið síðan 1996. Tá eydnaðist tað ikki 1996, og heldur ikki hesaferð eydnaðist tað.

Ongland í finalu fyri fyrstu ferð í 55 ár

EM-hálvfinala
Ongland - Danmark 1-1 (1-1)  (2-1 eftir umdyst)

Annað kvøldið á rað sóu vit eina frálíka EM-hálvfinalu, sum var spæld við nógvari ferð frá byrjan til enda.

Ongland byrjaði best, men Danmark kom skjótt við í dystin, og var omaná eina góða løtu. Tað gav eisini úrslit, tá ið stjørnuskotið Mikkel Damsgaard skoraði beinleiðis upp á fríspark. Hetta var fyrsta frísparksmálið í EM-endaspælinum.

Ongland tendraði nú turbo’ina, og fyrst mátti Kasper Schmeichel bjarga, tá ið Raheem Sterling gjørdist púra leysur. Løtu seinni javnaði Onglandi, tá ið danski liðskiparin, Simon Kjær, hart kroystur gjørdi sjálvmál, eftir gott enskt álopsspæl.

Seinni hálvleikur helt fram við somu øði, og bæði liðini royndu at loypa á hvørja ferð høvið beyðst. Kasper Dolberg skeyt eitt gott skot, og Schmeichel mátta gera eina framúr góða bjarging, tá ið Harry Maguire skallaði móti málinum.

Ein orsøk til nógvu ferðina og góða spælið, var góða dómaraavrikið hjá niðurlendska dómaranum, Danny Makkelie, sum helt fram við frálíku dómaralinjuni í endaspælinum. Hann dømdi sera fá fríspørk og lat spælið flóta, so at tað alla tíðina var gongd á dystinum. 
(Viðmerking: Móti endnum av dystinum datt dómarin í felluna, at døma fríspark til Harry Kane hvørja ferð, hann ikki tímdi at standa á beinunum. Hesi fríspørkini hevur Kane nú fingið í áravís, og tað tað má sigast at vera spell, at ein so góður og sterkur leikari dettur so lætt. Tað hevði klætt einum enskum liðskipara at víst seg sum ein mann og spælt fótbólt í staðin fyri at tvætla býtt)

Sum hálvleikurin leið, tók Ongland yvir alsamt meira av spælinum, og Danmark hevði torført við at koma av egnari hálvu. Tað hjálpti eitt sindur hjá Danmark at gera eina trífalda útskifting og taka ferðina úr dystinum. Hóast Ongland helt fram at vera omaná, so komu ikki fleiri mál, og dysturin fór út í umdyst.

Í umdystinum helt Ongland fram at hava bóltin. Orkan hjá dønum tyktist at ganga undan, og Danmark hevði úr at gera við at verja. Tá ið tólv minuttir vóru spældir gav enska trýstið úrslit. Sterling varð fedur í brotsteiginum, og dómarin dømdi eitt heldur bíligt brotsspark. Schmeichel bjargaði brotssparkinum hjá Harry Kane, men bólturin støkk út aftur til Kane, sum sendi eingilsmenn á sigurskós.

Danmark hevði einki at svara aftur við, og harvið er Ongland í einari finalu fyri fyrstu ferð í 55 ár.



Met nógvar sendingar í málleysum dysti


 UEFA EURO 2020 Dystardagur 4 


Spania - Svøríki 0-0 (0-0)
Spania hevði 419 sendingar í fyrra hálvleiki, og tað er tað mesta í einum EM-endaspæli, síðan farið var at telja í 1980.

Kortini megnaði Spania ikki at skora, hóast teir høvdu nakrar góðar møguleikar.

Svøríki hevði eisini ein góðan møguleika, tá ið Alexander Isak breyt seg í gjøgnum, og noyddi ein verjuleikara at bjarga á strikuni, og haðan støkk bólturin í stongina og út.

Svøríki var eitt sindur betri við í fyrst seinna hálvleiki, og tað var um reppið, at Marcus Berg fekk beint bóltin í málið, tá ið Alexander Isak sendi bóltin flatt inn fyri.

Seinasta partin av dystinum gjørdi Svøríki ikki annað enn at spark bóltin burtur. Spania kom eisini nærri og nærri, og Gerard Moreno skallaði beint á málverjan og skeyt framvið málinum.

Svøríka helt tørn, og endin var ein málleystur javnleikur

Besti dystur higartil

 
UEFA EURO 2020 Dystardagur 3 


Niðurlond – Ukreina 3-2 (0-0)
Niðurlond og Ukreina spældu í dag besta dystin higartil í EM-endaspælinum. Niðurlond vóru spælstýrandi, men Ukreina megnaði at standa í móti í fyrra hálvleiki. 

Í seinna hálvleiki komu Niðurlond uppiborið fram um 2-0 við málum frá Gini Wijnaldum og Wout Weghorst, í báðum førum eftir at bólturin støkk leysur eftir málverin hevði bjargað.

Niðurlond sóu út til at hava fullkomið tamarhald á dystinum og skifti millum annað út í miðverjuni. Ukreina vildi tað tó øðrvísi við tveimum skjótum málum í 75.- og 79. minutti. Andriy Yarmolenko slapp ov lætt at skjóta við vinstra beininum og Roman Yaremchuk skallaði bóltin í málið.

Niðurlond megnaðu kortini at skora avgerandi málið, tá ið Denzel Dumfries fimm minuttir fyri tíð hegnisliga skallaði bóltin í málið.

Tá ið fótbóltur kemur í aðru røð

 UEFA EURO 2020 – Dystardagur 2 
Tað skuldi vera ein gleðisdagur í Keypmannahavn, nú tað fyri fyrstu ferð nakrantíð varð spældur ein dystur í einum endaspælið í danska høvuðsstaðnum.

Men tá ið Christian Eriksen beint fyri hálvleik small í vøllin, hevði fótbólturin ongan týdning.

Øll í Parkini og øll framman fyri sjónvarpsskerminum fylgdu við meðan Eriksen sveimaði millum lív og deyð. Tíbetur komu boðini av Ríkissjúkrahúsinum, at Eriksen var vaknaður aftur.

Danmark valdi at spæla dystin, og dysturin var tikin upp aftur hálvanannan tíma seinni.

Danmark brendi eitt brotsspark í dystinum, og Joel Pohjanpalo skoraði eitt mál fyri Finnland, sum harvið vann sín fyrsta dyst í einum endaspæli nakrantíð.

Men alt hetta hevði sjálvandi ongan týdning á einum degi, har fótbólturin var vitni til tann størsta skelkin nakrantíð í einum endaspæli.

Italia vann lættliga á Turkalandi

 UEFA EURO 2020 
Turkaland - Italia 0-3 (0-0)
Italia vann fyrsta dystin í EM-endaspælinum. Italia var allan dystin nógv betri enn Turkaland. Tað kom tó einki mál í fyrra hálvleiki.

Eftir steðgin heilt Italia fram at vera spælstýrandi, og nakrir minuttir vóru spældir, tá ið turkiski verjuleikarin Merih Demiral var óheppin at beina bóltin í egið mál eftir eitt hart innlegg úr høgru síðu.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð dysturin avgjørdur, tá ið Ciro Immobile skoraði, eftir at bólturin støkk leysur eftir eina italska atsókn.

Tíggju minuttir fyri tíð økti Lorenzo Insigne til 3-0.

Italia spældi sera væl hendan fyrsta dystin, og Turkaland formáddi sær so at siga einki. Stundum minti tað um, tá ið Føroyar spæla móti stóru tjóðunum í Evropa.

Teir azurbláu hava nú hildið nullið níggju dystir á rað.