Italia loyvdi ikki fótbóltinum heim

Finalan um evropameistaraheitið í fótbólti
Italia - Ongland 1-1 (0-1), 4-3 eftir brotssparkskapping

Italia er fult uppiborið evropameistari í fótbólti. Menninir hjá Mancini hava verið tað besta liðið í EM-endaspælinum, og tað vóru teir eisini í finaluni. Teir fingu eitt sjokk í øðrum minutti, tá ið Ongland kom fram um, men veteranurin Bonucci javnaði, og í brotssparkskappingini var risastóri málverjin Donnarumma tann stóra hetjan.

“Football is coming home” hava eingilskmenn sungið síðan 1996. Tá eydnaðist tað ikki 1996, og heldur ikki hesaferð eydnaðist tað.

Shaw byrjaði og skoraði
Ongland skoraði longu, áðrenn dysturin var byrjaður. Luke Shaw byrjaði eitt mótálop aftanfyri miðjuna í vinstra borðið, og umvegis Harry Kane endaði bólturin í høgru síðu, har legði Kirian Trippier bóltin inn fyri tvørtur um málið, og har kom Shaw, sum hamraði bóltin við fyrsta sparki inn við nærmastu stong.

Ongland hevði tamarhald
Italia tók yvir skipaði spælið, meðan Ongland væl skiljandi dúvaði upp á mótálop. Men dysturin javnaði seg skjótt út, og Italia hevði sera torført við at hótta málið hjá Onglandi.

Ongland sá í veruleikanum út til at hava tamarhald, Italia tyktist máttleyst, og leikararnir hjá Italia sóust smáskelda hvønn annan.

Italia kom til ein góðan møguleika fyri steðgin. 35 minuttir vóru spældir, tá ið Federico Chiesa rak seg leysan av tveimum takklingum og skeyt beint fram við stongini.

Einu løtuna kappaðust leikarar frá báðum londum at blaka seg niður, men niðurlendski dómarin, Björn Kuipers, lat seg tíbetur ikki ávirka, og tí var alla tíðina ferð á dystinum.

Seinni hálvleikur byrjaði aftur og fram. Sterling royndi at “filma” seg til eitt brotsspark, men tað riggaði ikki. Lorenzo Insigne sendi fríspark upp um úr góðari støðu.

Federico Chiesa var klárt vandamiklasti leikarin hjá Italia, og tá ið ein tími var spældur, bjóðaði hann av og kom til skot inni í brotsteiginum, og Jordan Pickford mátti í fulla longd at bjarga.

Chiellini vann tvídystin við Kane
Ein áhugaverdur dystur í dystinum var tvídysturin millum liðskipararnar báðar Harry Kane og Giorgio Chiellini. Ensku viðmerkjararnir hildu eina løtu, at Kane vann duellina, men sum dysturin leið, vísti italski veteranurin, at hann var tann klókari, og tá ið dómarin heldur ikki lat seg lumpa av filminum hjá Kane, so var Chiellini aloftast við yvirlutan. 

Italia og Insigne tóku yvir 
Italia tók yvir meira og meira av spælinum, og Ongland fall so langt aftur á vøllin, at tað tyktist bara spurningur um tíð, áðrenn kviku italiumenninir við Lorenzo Ingigne á odda fóru at skora.

Og tað var tað, sum hendi eftir eitt hornaspark. Leonardo Bonucci hevði seinasta fót á bóltinum, og so var javnur leikur á Wembley.

Italia var omaná eina løtu og tað hjálpti bert eitt lítið sindur, tá ið Ongland skifti Jordan Henderson og Bakayo Saka inn. Fleiri mál komu kortini ikki í dystinum.


Hendi lítið í umdystinum
Í umdystinum helt Italia fram at vera oman á, og Ongland hevði sera trupult at fáa nakað sum helst at hanga saman. Superstjørnan Harry Kane var fullkomiliga úti av dystinum, og júst tá vænta øll, at hann fer at skora.

Dominansurin hjá Italia meginpartin av dystinum gjørdi, at tað var merkiliga friðarligt á Wembley. Men í seinna hálvleiki í umdystinum vaknaði áskoðarafjøldin eitt sindur, og brádliga var tað Ongland, sum stýrdi spælinum.

Kane skoraði ikki hesaferð, hann tapti tvídystin við Chiellini so væl og virðiliga. Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og seinastu minuttirnir fóru mest til útskiftingar við brotssparkskappingini í huga.

Fimm brend brotsspørk
Í brotssparkskappingini brendi Italia tvey brotsspørk, og Ongland brendi trý. Harvið er Italia Evropameistari 2020.

Eingilskmenn vístu seg (eins og nógv onnur) sum vánaligar taparar við at taka silvurheiðursmerkið av, so hvørt sum teir fingu tey um hálsin. 

Og so kundi italski liðskiparin, verjukempan, Giorigi Chiellini, lyfta evropameistarasteypinum, og tað er væl uppiborið.