Oddaliðini deildu stigini


Burn Deildin: H71 - VÍF 32-32 (19-14)
Heilt fitt av áskoðarum vóru í høllini í Hoyvík og hugdu, tá ið oddaliðini í bestu mansdeildini í hondbólti, H71 og VÍF, spældu javnleik 32-32.

Í hálvleikinum var H71 frammanfyri 19-14, men VÍF át seg spakuliga inn í dystin aftur, og við einum brotskasti í seinastu løtu javnaði VÍF.

--------------------------

Nógv ferð var á dystinum frá byrjan, og bæði liðini fóru við fullari ferð fram eftir hvørja ferð. Fyrstu løtuna fylgdust liðini. Verjurnar stríddust væl , og serliga málverjin hjá H71, Torstein Sivertsen, tók nøkur skot. Hinvegin hevði Mladen Mjerimacka í málinum hjá VÍF ein av sínum minni góðum døgum, og tað hjálpti heldur ikki tað stóra, tá ið Brandur Silvurstein kom í málið.

Stórskjúttin hjá VÍF, Filip Jojic, sum kom inn um miðjan fyrra hálvleik, hevði eisini ein av sínum minni góðum dystum, og skoraði einki mál í opnum spæli í fyrra hálvleiki. Hinvegin misti hann nakrar bóltar.

Offensiv verja órógvaði VÍF
Hjá H71 er tað imponerandi at síggja, hvussu teir enn einaferð hava stáplað eitt nýtt blaðungt lið upp á beinini, eftir enn einaferð at hava mist nógv fólk undan kappingarárinum. Hóast menninir er ungir, so eru teir krútsterkir, og mongu tímarnir í styrkirúminum síggjast aftur.

Offensiva verjan hjá H71, við Róa Seyer Hjaltason sum sera offensivum eittara, órógvaði VÍF so mikið allan dystin, at vestmenningar ongantíð fingu rútmu í álopsspælið.

VÍF fekk eitt skifti í fyrra hálvleiki nógvar útvísingar, og H71 legði seg fram um við nøkrum málum. Hoyvíkingar hildu eisini stand hálvleikin á tamb, og førdu 19-14 í hálvleikinum.

VÍF verjan upp á pláss
Í seinna hálvleiki eydnaðist vestmenningum frá byrjan at fáa verjuna at standa betri, og heilt skjótt høvdu vestmenningar minkað leiðsluna heilt niður í eitt mál. Tað eydnaðist tó ikki VÍF at fáa fatur á H71 í fyrsta umfari. H71 helt tørn, og serliga “veteranurin” á liðnum, 21 ára gamli Sveinur Olafsson var drúgvur bæði í verju á álopi hesa løtuna. Sveinur var besti maður í høllini í kvøld og skoraði 10 mál.

Hjá VÍF kom ongantíð rútma í spælið. Eingin leikari skaraði fram úr, og málini hjá vestmenningum komu ofta eftir long álop. Álopini hjá H71 vóru eisini long og ikki nógv frægari. Reint hondbóltsliga var ikki talan um tað stóra upplivilsi, hóast dysturin gjørdist sera spennandi.

Spennandi endi
H71 helt seg frammanfyri til fýra minuttir vóru eftir, tá javnaði VÍF fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki. H71 kom einaferð afturat fram um 32-31, og høvdu eisini álop til at leggja seg avgerandi fram um. Men VÍF átti seinastu orðið. Kristian Jensen brendi frá strikuni, men dómararnir dømdu brotskast. Hoyvíkingar vóru ikki samdir við dømingini, men Filip Jojic sendi brotskastið í málið, og so endaði 32-32.

Kappingarleistur ávirkar góðskuna
Úrslitið ger, at VÍF framvegis er eitt stig framman fyri H71 á øðrum plássi. Ikki tað, at tað hevur so nógv at siga, tí heili seks tey ovastu liðini koma víðari í finaluumfarið. Bara nummar 7 sleppur ikki víðari.

Hesin kappingarleisturin verður hetta kappingarárið royndur á øðrum sinni, og fyri mær tykist tað, sum hann ger, at kappingin koyrir eitt sindur í tómgongd, tí næstan øll vita at tey koma víðari. Tað sær út sum hesin leisturin gongur út yvir góðskuna í spælinum, tí tað er eitt sindur líkamikið, um dystirnir verður vunnir.

Stóri spurningurin er um tað er nøktandi, at liðini bara skulu vera skulu vera upp á sítt besta, tá ið steypakappingini er í hæddini, og tá ið FM-finaluumførini verða spæld.