Víkingur setir kós móti meistaraheitinum

Betri Deildin Menn: Víkingur – HB 2-1 (1-0)
Víkingur var betri enn HB í fyrra hálvleiki og førdi 1-0 í steðginum við málið frá Geza Turi. HB kom betri við fyrst í seinna hálvleiki. Men tað var Finnur Justinussen hjá Víkingi, sum økti til 2-0, og dysturin tyktist avgjørdur.

HB svaraði tó aftur, tá ið eitt stórt korter var eftir, og seinastu løtuna var spenningur í dystinum. Víkingur helt tó tørn og vann ein uppibornan sigur.

Samandráttir frá 2. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo


Nógv fólk í kuldanum
Nógv fólk var komið í Sarpugerðið í Gøtu at síggja ársins fyrsta oddadyst hetta kalda fríggjakvøldið. Í skýmingini brustu Víkingur og HB saman, og tað var skjótt greitt, at Víkingur meinar tað í álvara, at teir ætla sær at gerast meistarar í ár.

Víkingur var greitt oman á leikliga frá byrjan av. Í fyrsta atløgu varð tað tó ikki til teir stóru møguleikarnar móti væl skipaða liðnum hjá HB.

HB hevði tó eisini nøkur góð álop. Men sum fyrri hálvleikur fór, tók Víkingur meira og meira yvir

Tað er stuttligt at síggja røsku og ágrýtnu gøtumenninar. Kropsliga tykjast allar sera væl fyri, og neyvleikin í renningum tykist at vera akkurát, sum hann skal vera. Spennandi, um Víkingur megnar at hótta KÍ í ár.

Geza stýrdi miðvøllinum
10 minuttir fyri hálvleik, legði Geza Turi heimaliðið fram um eftir hornaspark.

Júst Geza var millum avgjørt bestu leikarar á vøllinum. Tað er ein fragd at síggja henda frálíka leikaran stýra spælinum frá plássinum á verjukenda miðvøllinum. Neyvan nakar leikari í Føroyum lesur spælið betri hesin ungi gøtumaðurin, sum bíðar eftir gerast føroyingur. Tað er neyvan nakar ivi um, at hann kemur á føroyska landsliðið í somu løtu, sum føroyska passið er fingið upp á pláss.

Víkingur noyddi HB at gera feilir
Seinastu løtuna av fyrra hálvleiki hótti Víkingur av álvara at økja um leiðsluna. HB’ararnir gjørdu sera nógvar beinleiðis feilur, og hjá HB ráddi bara um at koma til hálvleiks sum skjótast.

Eitt annað var, at tá ið HB hevði deyðbóltsmøguleikar, so tyktist at alt ov býtt at taka stutt hornaspark, og ikki at seta bestu menninar at skjóta eitt fríspark í sera góðari støðu beint fyri hálvleik. Áki Samuelsen er frálíkur frísparksskjútti, men í staðin sendin Hanus Sørensen bóltin langt upp um málið.

Alt tyktist avgjørt
HB kom heilt øðrvísi á vøllin í seinna hálvleiki. Møguliga spældu vindviðurskiftini inn, tí nú var HB nógv betri við, og átti fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Men sum best stóð til leikliga hjá HB, so økti Víkingur. Aftur hesaferð kom málið eftir hornaspark. Finnur Justinussen var málskjútti. Øll málini, sum HB hevur latið inn í ár, eru eftir deyðbóltar.

Innskiftingar hjálptu
Nú mundi eingin væntað, at HB fór at koma aftur í aftur. HB framdi nakrar útskiftingar, og m.a. komu nýggju danirnir hjá HB Jacob Johanson og Sammy Skytte á vøllin. Hetta setti nýtt lív í HB, og serliga vísti Skytte seg at fylla nógv á miðvøllinum, og tað gjørdi tað ikki verri, at áleyparin Jacob átti seinasta fót á bóltinum, tá ið HB minkaði til 2-1. Hanus Sørensen gjørdi forarbeiði, tá ið hann rak frá miðjum vølli inn í brotsteigin, legði bóltin til Samba, sum tyktist at kiksa innleggi, men Jacob kom fram um málverjan við nærmastu stong, og so var aftur spenningur í Gøtu.

Ein annar leikari hjá HB, sum veruliga spældi væl í seinna hálvleiki, var 20 ára gamli Ejvind Mouritsen, Hann vísti veruliga sínar dygdir og rann sólina svarta. Tað vísir seg, at ungir leikarar vaksa við uppgávuni. Teir skulu bara fáa møguleikan.

Nú livdi dysturin
Seinasta korterið var tað mest undirhaldandi í dystinum. HB legði meira og meira fyri og hótti nakrar ferðir, og í hinum endanum átti Poul Kallsberg at avgjørt dystin. Tað setti eisini lív í áskoðararnar, at dómarin hevði nakrar løgnar dømingar, sum tó fóru báðar vegir.

Víkingur meinar tað
Víkingur megnaði at halda stand, og tað var væl og virðiliga uppiborið, at tey trý stigini vóru verandi í Gøtu. Dysturin vísti, at Víkingur meinar tað av álvara í ár. Spurningurin er bara, um teir halda allan vegin.

Hjá HB vóru glottar at síggja hóast ósigurin. At megna at geva einum av favorittunum til meistaraheitið góða mótstøðu við einum rættiliga nýggjum og einum rættiliga lokalum liði smakkar væl sigursvanda felagnum úr Havn.