B36 sendi KÍ norður við ongum

Betri Deildin Menn: B36 - KÍ 2-0 (0-0)

Annar oddadysturin í øðrum umfari, var í Gundadali í kvøld, tá ið B36 tók móti KÍ. Dysturin var ikki serliga væl spældur og lítið av samanhangandi spæli var at síggja.

Í fyrri hálvleiki høvdu bæði liðini onkran rímiligan møguleika. Hinvegin var sera langt millum snapsarnar í seinna hálvleiki, og tá ið Anton Søjberg Horup legði B36 fram um tíggju minuttir fyri tíð, var talan um fyrsta veruliga møguleikan eftir steðgin.

Í yvirtíðini økti sami Anton Søberg Horup til 2-0, og so vóru meistararnir sendir aftur til Klaksvíkar við ongum.


Samandráttir frá 2. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo


Frøi í B36-húsinum
Meðan viðhaldsfólkini hjá KÍ rýmdu, áðrenn dómarin floytaði av, fegnaðust tey í B36-húsinum, tí at nýggi danski áleyparin, Anton Søjberg Horup, júst hevði lagt B36 fram um 2-0 móti meistarunum seinastu trý árini, KÍ.

Úrslitið hevur við sær, at veruligt lív er landskappingini, tí KÍ verður mettur sum favorittur at gerast føroyameistari fjórða árið á rað.

Rótutt spæl
Talan var ongantíð um nakran væl spældan dyst í Gundadali í kvøld, heldur var hann stundum rættiliga rótuttur. Gaman í manglaði KÍ fleiri lyklaleikarar. Miðverjarnir Oddmar Færø og Heini Vatnsdal eru skaddir. Tað sama er Deni Pavlovic og Jákup Andreasen fekk heldur ikki spælt í dag. Eisini er Hallur Hansson framvegis skaddur, men hann hevur ikki spælt tað stóra, síðan hann kom til KÍ.

Tað var eisini týðuligt at síggja, at KÍ als ikki er líka væl fyri sum í fjør og undanfarnum árini. Um tað bara er troyttleiki, ella um teir eru nakrar vikur aftanfyri hini liðini í venjingarstøðu, tí teir fóru seinni at venja enn hini liðini, er ilt at siga. Tað einasta, sum tykist heilt greitt, er, at KÍ-maskinan ikki er eins væl smurd, sum hon hevur verið.

Liðið hjá B36 er mest sum spildurnýtt. Fimm nýggir útlendingar byrjaðu á vøllinum í dag, og Bjarti Mørk, sum er komin úr HB, er nýggjur í málinum. Harafturat tykist blaðungi og sera evnaríki Mattias Hellisdal at hava vunnið sær fast pláss í start ellivu. Liðið hjá B36 tyktist kortini at hanga væl saman, hóast tað avgjørt er pláss fyri batum.

Fáir møguleikar
Í fyrra hálvleiki hevði B36 bóltin mest at byrja við, men KÍ hevði tær vandamiklaru royndirnar.

Í seinni hálvleiki tyktist KÍ at hava eitt sindur meira tamarhald á leikgongdini. Tað tyktist tó at broytast, tá ið René Shaki Joensen varð fluttar av miðvøllinum aftur í miðverjuna.

Anton gjørdi bart
B36 kom nú longri fram á vøllin, og tíggju minuttir vóru eftir legði B36 seg fram um. Bólturin varð lagdur inn fyri aftur eftir eitt hornaspark, nýggi málverjin, Mark Jensen, sá ikki alt ov gott út, tá ið hann boksaði vekk, og endin var, at innskifti áleyparin, Anton Søjberg Horup, skoraði.

Hóast dysturin nú vaknaði nakað, so kláraði KÍ ikki at leggja veruligt trýst á. Vandamiklast var, tá ið Árni Frederiksberg royndi seg við deyðbóltum, men heldur ikki Árni rakti dagin.

B36 helt tørn, og í einum mótálopi í yvirtíðini, gjørdist Marius Kryger Lindh púra leysur, málverjin bjargaði í fyrstu syftu, men Anton Søjberg Horup var fyrstur á leysa bóltinum, og so var 2-0.

Áhugaverd kapping
Úrslitið ger kappingina meira áhugaverda, nú B36 og Víkingur hava fingið nøsina fram um KÍ. Venjarin hjá B36 hevur boðað frá, at hann ætlar at kappast um meistaraheitið, og enn sær bara heilt gott út.

KÍ eru nú í tí óvandu støðu, at teir ikki eru fremstir. Tað er tó einki at ivast í, at KÍ man fara at koma aftur í aftur, tá ið fleiri lyklaleikarar vera klárir aftur.

Alt teknar til eitt spennandi kappingarár.