HB spákaði til sigurs móti ÍF



Betri Deildin Menn: HB - ÍF 4-0 (1-0)
HB vann sín pliktsigur móti ÍF í góðveðrinum í Gundadali í dag. HB hevði so at siga alt spælið, og Mohamed Samba legði HB fram um beint fyri hálvleik. Eftir tað var eingin ivi um, hvar sigurin endaði, tí ÍF gjørdi als einki fyri at hótta HB.

Í seinna hálvleiki skoraðu Hanus Sørensen, Sammy Skytte og Áki Samuelsen til úrslitið 4-0.

Samandráttir frá 3. umfari frá Televarpinum
Dysturin á fsf.fo
Dystartøl á FaroeSoccer
Dysturin á dystir.fo

ÍF hevði ikki eitt einasta hornaspark í dystinum, og heldur ikki eitt einasta skot á málið. Tað sigur tað mesta um dystin, sum hevði verið ógvuliga óáhugaverdur, um tað ikki var fyri góðveðrið hendan 2. páskadag í Gundadali. Tað mest spennandi millum HB-áskoðararnar tyktist at vera, um NSÍ fór at klára at halda óvæntaðu leiðsluna í Klaksvík, sum teir ikki gjørdu.

HB hevði bóltin nærum frá byrjan til enda. Verjan hjá ÍF stóð kortini væl, og tað gekk strilti hjá HB at spæla seg til møguleikar. Spælið gekk seint fyri seg, og tað vóru alt ov fáar renningar millum keturnar til at bróta gjøgnum verjuna hjá ÍF.

Alt bendi eisini á, at ÍF kláraði til hálvleiks við 0-0. Men tveir minuttir fyri hálvleik komu teir einaferð ov langt fram á vøllin, og so vóru teir revsaðir. Áki Samuelsen varð sendur avstað í vinstru síðu, rak oman móti baklinjuni og legði innfyri til Mohamed Samba, sum júst fekk skumpað bóltin inn um mállinjuna.

Dysturin var nú í roynd og veru avgjørdur, og tá ið ÍF fimm minuttir inn í seinna hálvleik, enn eina ferð kom ov langt fram, vóru teir aftur revsaðir. Í høgru síðu sendi Samba bóltin inn um verjuna, og Hanus Sørensen fangaði við skotinum úr spískum vinkli bæði málverja og miðverjan Karl Løkin á skeiva beininum, og so rullaði bólturin í málið.

Løtu seinni var 3-0 og so 4-0. Fyrst fekk Sammy Skytte bóltin heldur klossut beint bóltin í málið eftir hornaspark, og so skoraði Áki Samuelsen eftir gott forarbeiði frá Hanusi Sørensen.

Úrslitið var einki at siga til. ÍF var syndarliga vánaligt, og HB nýttist ikki at gera tað stóra fyri at vinna. Hesi liðið hoyra heima í hvør sínum enda á stigatalvuni. ÍF sær í løtuni út ti at fáa tað sera trupult í niðara enda, meðan HB má vísa nógv meira enn í dag, um teir ætla at bjóða KÍ, Víkingi og B36 av ovast á stigatalvuni.

Í dag var torført at siga nakað um, hvørjir leikarar vóru betri enn aðrir. Hanus Sørensen var kortini aftur sjónligur á miðvøllinum hjá HB, og gott var eisini at síggja sera evnaríka miðverjan, Samuel Chukwudi, spæla næstan ein heilan dyst.