Verjuspæl í heimsflokki móti svensku stjørnunum

EM-undanbólkur 7: Føroyar - Svøríki 27-31 (11-14)
Okkara kvinnur skuffaðu ikki teir mongu áskoðararnar, sum vóru komnir í høllina á Hálsi stuðla teimum í hesum søguligu døgum í føroyskum kvinnuhondbólti.

Hóast Svøríki spardi onkran leikara, so má sigast at avrikið hjá okkara kvinnum var sera gott móti svensku stjørnunum, sum vanliga verða mettar at vera millum heimsins bestu landslið.

Frá byrjan til enda stríddust okkara kvinnur alt tær áttu, og serliga verjuspælið var í heimsflokki. Kvika ágangandi álopsspælið, sum eyðkennir føroyskan hondbólt, riggaði eisini væl í hinum endanum.

Tað var tó ikki nokk til at fáa stig, og Svøríki kláraði meginpartin av tíðini at hava tamarhald á støðuni. Seinastu 20 minuttirnar var Svøríki alla tíðina nøkur mál frammanfyri.

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF
Støðan um EM-undanbólkunum
Alt um EM-undanbólkaspælið á Wikipedia

Frálíkt verjuspæl
Tað gekk javnt á fyrstu løtuna, og serliga í verjupartinum lá væl fyri. Við Brynju Høj, Pernille Brandenburg og Elsu Egholm á odda, var verjuspælið á hægsta altjóða støði. Aftanfyri verjuna tók Annika Fríheim Petersen alt sum skuldi, og serliga var hon stinn, tá ið verjan trýsti svensku skjúttarnar at skjóta langskot.

Hinar í verjuni vardu eisini væl, og tað má eisini nevnast, at bæði Turið Arge á vinstra veingi, og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen á høgra veingi vístu við livandi verjuspæli, at vongverjuspæl ikki bara er at standa og bíða.

Jana og Súna gingu undan
Í álopinum gingu Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen undan. Við sera ágangandi spæli, megnaðu tær alla tíðina at hótta verjuna. Antin komu tær í gjøgnum sjálvar, ella varð bólturin spældur víðari til aðrar leysar leikarar. M.a. skoraði Lív nøkur mál av høgra veingi.

Einasti trupulleikin fyrstu løtuna vóru ov nógvir brendir møguleikar. Vóru okkara eitt sindur neyvari, so vóru tær komnar fram um.

Í staðin var Svøríki allan fyrra hálvleiki eitt ella tvey mál frammanfyri. Av og á koma vit upp á javnleik, men ongantíð fram um. Í hálvleikinum var 14-11 til Svøríki.

Byrjaðu seinna hálvleik væl
Eftir steðgin gingu bert fáir minuttir, so høvdu okkara kvinnur svarað aftur. 16-16 stóð á máltalvuni, tá ið fimm minuttir vóru spældir, og nú var spennandi. Anna Elisabeth Halsdóttir Veyhe skoraði nøkur brotskøst, og Elsa Egholm skoraði nøkur mál á uttaru síðuni á høgra bakki, eftir at hon brendi heldur nógv í fyrra hálvleiki.

Heldur ikki hesaferð komu vit fram um, og næstu minuttirnar fór Svøríki tey avgerandi tvey málini trý frá Føroyum.

7 móti 6 riggaði ikki
Í eini roynd at koma aftur í aftur, royndi venjarin, Claus Leth Mogensen, seg við 7 móti 6 álopsspæli. Tað var eitt sindur ringt at skilja, hví hann royndi hetta, tí vit høvdu ikki stórvegis trupulleikar at koma til málmøguleikar.

7 móti 6 vísti seg heldur ikki at rigga serliga væl. Hvørki í álopinum ella í tí at renna aftur í verjuna og fáa málverjan aftur í málið. Svøríki fór nú í staðin fýra fimm mál fram um, og dysturin var taptur.

Tað eydnaðist tó at koma niður á trý mál í seinasta minutti, áðrenn Svøríki skoraði seinasta málið í dystinum til 31-27.

Úr skugganum av monnunum
Hondbóltskvinnurnar hava seinastu árini staðið eitt sindur í skugganum av frálíku úrslitunum hjá monnunum. Men nú er líkt til, at tær ætla at traðka úr hesum skugganum. Tí við framúr avrikið framman fyri nærum fullsettari høll á Hálsi, vístu tær okkum, at tær ætla til EM-endaspæl eins og menninir.

Fyri at tað skal eydnast, krevst at vera millum fýra teir bestu 3’ararnar av teimum átta 3’arunum. Ein annar møguleiki er at vinna við meira enn fimm málum á Íslandi í seinasta dystinum. So verða vit nummar 2 í bólkinum.

Fløktur 3’ara roknskapur
Í kvøld ráddi sjálvandi at vita, um tað bar til at taka stig frá Svøríki. Og í øðrum lagi ráddu um at tapa so lítið sum gjørligt móti Svøríki, so málúrtøka í 3’ara roknskapinum ikki gjørdist ov ring.

Tað seinna eydnaðist, og vónirnar um EM-endaspæl liva enn. Sunnudagin spæla Føroyar í Íslandi, og skuldi tað eydnast at fingið stig har, so er EM-endaspælið so at siga tryggjað. Ein lítil ósigur er sannlíkt eisini nóg mikið. Men hetta við støðuni millum 3’ararnar er rættiliga fløkt, so alt má takast við fyrivarni.

Føroyskir málskjúttar:
Jana Mittún 8, Elsa Egholm 5, Súna Krossteig Hansen 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 3, Bjørk Franksdóttir Joensen 1, Turið Arge Samuelsen 1, Rannvá Olsen 1, Pernille Brandenborg 1