Evropeiska ævintýrið hjá H71 av

EHF European Cup fyri kvinnur, seinna 1/8-finala,  
Atletico Guardés - H71 28-26 (13-12), (samanlagt 62-57)

Hóast H71 var betri við í seinnu áttandapartsfinaluni, so gjørdust tær ov stuttar, og tað eydnaðist ikki at fáa málmunin frá fyrra dystinum inn aftur. Endin var at H71 tapti 28-26.

Kvinnurnar hjá H71 vardu betri enn fyrra dystin, og H71 fylgdi alla tíðina við heimaliðnum, sum tó nærum alla tíðina hevði nøsina frammanfyri.

Tað manglaði ikki so nógv í hjá H71. Serliga tá ið vit hugsa um, at málverjin hjá Guardés stóð sera væl, og H71 brendi nógvar møguleikar. Í avgerandi løtum hildu kvinnurnar hjá H71 ikki høvdið nóg kalt, og tær tóku ikki av møguleikunum at koma fram um, tá ið hann var har.

Verjuparturin í fyrra dystinum kostaði nógv, og eg tori eisini at siga, at um H71 spældi annan dystin í Føroyum, so kundi útfallið lættliga verið øðrvísi.

Vit takka kvinnunum hjá H71 fyri eitt framúr avrik í Evropa. Tit eru fantastiskar 😀

Frá byrjan av var H71 betri við enn fyrra dystin. Bæði liðini skoraðu nærum hvørt einasta álop. H71 fekk framvegis ikki tak í verjupartinum, og Guardés kom fram um 7-5, tá ið 11 minuttir vóru spældir. 

So fekk H71 fatur á verjupartinum, Rúna Larsen kom inn í málið og stóð væl. Men ólukktíð so steðgaði eisini upp í hinum endanum. Støðan 7-5 helt sær í fimm minuttir, áðrenn tað umsíður eydnaðist H71 at javna til 7-7.

Liðini fylgdust nú eina løtu, og H71 hevði nakrar ferðir møguleika at koma fram um. Men neyvleikin í skotunum var ikki nóg góður. Hesa løtuna var sum heild lítið skil á dystinum, málverjin hjá vertunum stóð væl og bráddliga var 12-9 til Guardés.

Nú vildi Jana Mittún, sum ikki hevði gjørt so nógv um seg, tað øðrvísi. Hon fór tvær ferðir í gjøgnum og skoraði. H71 javnaði eisini, áðrenn Guardés gjørdi seinasta málið fyri steðgin til støðuna 13-12.

Í seinna hálvleiki økti heimaliðið skjótt til 17-14, og nú var H71 veruliga í mótbrekku. Maria Halsdóttir Veyhe syrgdi tó við fýra málum á rað at halda lív í dystinum og bráddliga var aftur javnleikur 18-18.

Nú steðgaði dysturin næstan upp aftur, og bæði liðini sóu út til at vera troytt. H71 hevði fleiri góðar møguleikar, men Guardés helt framvegis nøsina frammanfyri.

Tólv minuttir fyri tíð javnaði Guðrið á Borg til 20-20, og enn livdi dysturin. Seks minuttir fyri tíð legði Anna Elisabetrh Veyhe H71 fram um fyri fyrstu ferð síðan triðja minutt. Nú var spenningur í. 

H71 førdi eisini 24-23, men nærri kom H71 ikki, og endin var at H71 tapti dystin 28-26.

Málskjúttar hjá H71:
Maria Halsdóttir Veyhe 7(2)
Jana Mittún 4
Guðrið á Borg 4
Anna Elisabeth Halsdóttir Veyhe 3
Brynhild Pálsdóttir 2
Vár Bentsdóttir 2
Lukka Arge 1 (1)
Christina Arge 1
Lív Bentsdóttir 1







Seinni dysturin kann stroymast her >>

 

Beinleiðis dystargongd á síðuni hjá EHF:




Undan seinna dystinum

Hoyvíkskvinnur spæla í kvøld kl. 18.00 seinna og avgerandi dystin í áttandapartsfinaluni í European Cup móti Atletico Guardés úr Spania. Eins og fyrri dysturin verður hesin spældur í Spania.

Við útvarpstíðindini kl. 14.00 segði venjarin Simon Olsen, at H71 má vera betri í verjupartinum og málverjuspælinum, um tað skal eydnast at koma víðari. 

Vinnur H71 við meira enn trimum málum, er H71 víðari. Vinnur H71 við trimum málum og skorar fleiri enn 34 mál er H71 eisini víðari.





14. januar 2023 20:38

H71 tryggjaði sær rímiligt útgangsstøði

EHF European Cup, fyrrta 1/8-finala
H71 -  Atletico Guardés 31-34 (12-17)

Á skermyndini omanfyri skorar Jana Mittún seinasta málið í dystinum, og tryggjar H71 eitt rímiligt útgangsstøði undan seinna dystinum.

Tað sá annars einki serligt út, tá ið H71 var aftanfyri 28-20, tá ið 12 minuttir vóru eftir. Men H71 við Janu Mittún á odda minkaði skjótt munin nøkur mál, og endin var, at Atletico Guardés vann við trimum málum. 34-31.

Eftir at H71 hevði fylgt væl við fyrsta partin av dystinum, fór spanska liðið frá teimum. Sponsku málverjarnir tók meira enn teir føroysku, og í málvleikinum vóru fimm mál á muni, 17-12.

Gongdin helt fram í seinna  hálvleiki, og vertirnir vóru, sum nevnt, eitt skifti framman fyri við átta málum, áðrenn H71 kom aftur í aftur.

Hjá H71 gekk, sum ikki einaferð, Jana Mittún undan og skoraði heili 12 mál, og tá er vert at hugsa um, at einki var upp á brotskast.

Seinni dysturin verður spældur í morgin sunnudagin kl. 18.00. Honn verður eisini spældur í Spania, og Atletice Guardés hevur heimavølli. 

Vinnur H71 við meira enn trimum málum, er H71 víðari. Vinnur H71 við trimum málum og skorar fleiri enn 34 mál er H71 eisini víðari.

Málskjúttar hjá H71:
Jana Mittún 12
Guðrið á Borg 5
Lukka Arge 4 (4)
Maria Hallsdóttir Weyhe 2
Vár Bentsdóttir 2
Christina Arge 2
Anna Elisabeth Hallsdóttir Weyhe 2
Marita Mortensen 1
Elsa Egholm 1
Lív Bentsdóttir 1


Nakrir føroyskir áskoðarar eru við í Spania

Beinleiðis dystargongd á síðuni hjá EHF:





Dagført 14. januar kl. 17.21

Undan fyrra dystinum


Kvinnurnar hjá H71 spæla leygardagin og sunnudagin móti spanska liðnum Atletico Guardés í áttandapartsfinaluni í European Cup. Báðir dystirnir byrja kl. 18.00, og báðir dystirnar verða spældir í Spania.
Dysturin kann stroymast her >>
Hetta er tað longsta nakað føroyskt hondbóltslið hevur spælt seg í evropeiskum kappingum.