Ikki nóg neyvar at basa Íslandi


EM-undandystur í kvinnuhondbólti
Føroyar - Ísland 23-28 (12-11)


Føroyar fylgdu væl við íslendsku grannunum í fyrra hálvleiki, tá ið kvinnulandsliðini í hondbólti hjá londunum báðum møttust høllini á Hálsi.

Serliga verjuparturin var framúr góður, og beint fyri hálvleik kom eisini glið á álopspartin, og støðan í hálvleikinum var 12-11 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki fekk Ísland nøsina fram um beinanvegin, og tá ið okkara besti verjuleikari Brynja Høj mátti út við skaða, viknaði verjan nógv, og at endan vann Íslands rímiliga greitt 28-23.

----------------------------------

Dysturin á heimasíðuni hjá EHF

Tað var týðilig, at Ísland hevði lagt ætlan at steðga okkara stjørnuleikara, Janu Mittún, og tað gav pláss til hinar leikararnar. M.a. skoraði Elsa Egholm trý tey fyrstu málini, tá ið hon smeyg sær ígjøgnum á høgra bakki.

Afturvendandi trupulleikin hjá Føroyum hendan dystin var, at veingirnir høvdu stórar trupulleikar at skora upp á málmøguleikarnar. Okkara tríggir høgru veingir, Brynhild Pálsdóttir, Lív Poulsen og Guðrið á Borg skoraðu eitt mál í part upp á tilsamans 12 møguleikar. Á vinstra veingi hevði sjálvt vanliga sera trygga Turið Arge torført við at skora og tað varð einans til 4 mál upp á tey 8 skotini.

Serliga trupulleikin á høgra veingi tykist afturvendandi, og tað er helst eisini orsøkin til, at landsliðsvenjarin hevur heili tríggjar høgru veingir við á liðnum.

Tey sum hava fylgt eitt sindur við ungdómshondbólti vit tó, at aftanfyri leiktjaldi bíðar sera evnaríka 18 ára gamla Karin Egholm úr H71 eftir sínum møguleika. Hon hevur verið føst fús á ymisku unglingalandsliðunum, og hevur verið vald til besta høgra vong í onkrari kapping, so tað tykist bara spurningur tíð, áðrenn hon verður á ordiliga landsliðnum.

Verjuparturin hjá Føroyum var nakað fyri seg í fyrra hálvleiki móti Íslandi. Elsa Egholm, Pernille Brandenburg og serliga Brynja Høj stóðu sera væl í verjuni. Tað er heilt stuttligt at síggja so gott verjuspæl, sum Brynja Høj klárar at leggja fyri dagin. Tíverri mátti Brynja geva seg við skaða í seinna hálvleiki, og tað sást beinanvegin aftur í okkara verjuspælið, og var helst viðvirkandi til, at Svøríki fór frá Føroyum í seinna hálvleiki.

Í álopspartinum hekk tað mesta á herunum á Janu, nú Súna Krossteig Hansen ikki var við. Jana gjørdist eisini toppskjútti við 6 málum, Elsa gjørdi 5 og Turið skoraði 4 ferðir.

Nógvir brendir møguleikar í seinna hálvleiki gjørdu eisini, at tað var trupult at vinna ein hendan landsdystin. Hinvegin høvdu okkara málkonur, Annika Petersen og Rakul Wardum, ikki meira enn ein miðal dag, og høvdu ongar løtur, har tær kláraðu at steingja málið.

Ísland vann at enda ein uppibornan dyst, og okkara unga landslið kann bara taka royndirnar við sær til komandi avbjóðingar.