Tá ið risarnir úr Russlandi vitjaðu VÍF

Hugleiðingar um VÍF í Europa Cup

Eftir 24 ára steðg eru menninir hjá VÍF aftur við í evropeiskum hondbólti, og um vikuskiftið spæla teir tveir dystir í Luksemborg móti Esch.

Evropeiska luttøkan hjá VÍF vekir nógv góð minni um spennandi dystirnar í Europa Cup, sum VÍF spældi míni barnaár í 80-árunum.

-----------------------------------

Eg eri ov ungur at minnast fyrstu dystirnar hjá VÍF í 70-árunum og fyrst í 80-árunum. Men heima hjá okkum hekk altíð ein vimpul, sum pápi hevði fingið, tá ið teir spældu móti FH í Íslandi í 1976. Tað var byrjanin til, at VÍF komandi 25 árini spældi 24 dystir í Evropa.

Eg minnist heldur ikki dystirnar í 1980, tá ið VÍF spældi seg víðari móti enska liðnum Brentwood HC.

Í 1983 var eg 9 ára gamal, og eg havi eitt kámt minni um, at Víkingur var í Føroyum og spældi. Kanska minnist eg tað, tí at pápi var venjari. Men tað gekst ikki serliga væl.


 Russiska bjørnin vitjar á Skála

1984 stendur hinvegin ljóslivandi fyri mær. VÍF spældi móti ongum minni enn ZSKA Moskva úr Sovjetsamveldinum ella Russlandi, sum tað eitur í dag. Tá ið tíðini vóru russarar bestir í allari verðini, og harafturat var nakað heilt serstakt at skulu spæla móti einum liði hinumegin jarntjaldið.

Hetta var stórhending í føroyskari ítrótttasøgu. Tit skulu minnast til, at tá var hondbóltur einasta ítróttagreinin í Føroyum, sum var við í millumtjóða ítrótti, og tí var sera stórur áhugi fyri dystinum um alt landið.

VÍF valdi hesaferð ikki at royna at spæla dystirnar í sama stað. Teir vildu tað forkunnugu leiðina til Moskva at spæla. Pápi var ikki venjari meira, og hóast hann var bjóðaður við, so tímdi hann ikki. Tað skilti eg ongantíð.

Tá ið eg nøkur ár seinni spældi onkran dyst saman við onkrum av VÍF-arunum, sum vóru í Moskva, hoyrdu vit nógvar røvarasøgur um hendan túr. Millum annað skinklaði flogfarið hjá Aeroflot so illa, at onkrir vestmenningar máttu skola flogferðina niður við onkrum sterkum.

Tann 13. oktobur 1984 spældi VÍF í Moskva. Sama dag spældi eg mín fyrsta hondbóltsdyst í høllini í Runavík. VÍF tapti nógv í Moskva, men stóra søgan var, at Jan Müller (hjá Betzy) skoraði 9 mál.

Í Runavík skoraði komandi borgarstjórin, Pauli Trónd Petersen, eisini 9 mál, og vit vunnu okkara fyrst dyst 11-2 á NSÍ.

Vit fóru bragdligir til Havnar at spæla móti Kyndli næsta dyst, og tá taptu vit 25-5. Eg minnist, at ein av stjørnunum hjá VÍF, Kári Durhuus, sum tá var lærari hjá okkum, uggaði okkum, at teir einaferð taptu 36-6 og tordu ikki til hús, tá ið teir komu aftur til Vestmannar.

VÍF í Moskva (Mynd úr "Góðir gulir dagar": Niels Pedersen)

 Kári og Bergur stórspældu á Skála

Knappa viku seinni vitjaðu risarnir úr Moskva í Føroyum. Høllin í Vestmanna var ikki liðug, og tí skuldi dysturin spælast á Skála.

Atgongumerkini keypti eg saman við Unu, systir míni, í kioskini hjá Oskar og Johild, og tá ið dystardagurin kom, var høllin á Skála stúvstappað, og vit børn máttu sita á gólvinum millum sjálvan vøllin og áskoðaraplássini, alt var ikki so strangt tá.

Hetta gjørdist eitt hondbóltsupplivilsi av teimum heilt stóru hjá mær einum smádreingi úr Vestmanna.

Russararnir vóru rimmar stórir, millum annað Rimanov, sum var russiskur landsliðsleikari í fleiri ár eftir dystin á Skála. (Haldi, tað er Rimanov, sum skýtur á myndini)

VÍF gav ZSKA rímiliga mótstøðu. Kári Mortensen, sum ikki hevði verið við í Moskva, skoraði 8 mál, og í málinum í hinum endanum trein sera litríki, Bergur Johansen, veruliga inn a føroyska hondbóltspallin og stóð ein rimmar dyst. ZSKA vann dystin við sjey málum, og tað var ikki verri enn ilt.

Fyri meg var tað eisini stórt, at sleppa at fylgja russisku leikarunum við Sam yvir á Oyragjógv og víðari á flogvøllin. Hetta tí, at pápi og eg fylgdu mamma á flogvøllin, tí hon fór niður í útbúgvingarørindum, eftir at hava verið heima í heystfrítíðini.


Páll hevði Føroya besta avsett

VÍF hevði eitt sera gott lið hesi árini, og var við í evropeiskum hondbólti fleiri ár á rað. Í málinum stóðu brøðurnir Kristin og Bergur Johansen hvør betri enn annar. Tey nógvu málini skoraði stórskjúttin á høgra bakki, Føroya besti hondbóltsleikari, Kári Mortensen, og Kári Durhuus var spældeilari við sera góðum eyga fyri spælinum. Eisini kom Sjúrður Holm úr Neistanum, og hann mundi vera føroya besti verjuleikari í eini 25 ár.

Eg minnist tó best Páll Poulsen á høgra veingi. Hann var umframt at at skjóta mál frá veinginum eitt slag av spældeilara frá veinginum. Páll legði fyrsta pressið sera væl, og var snildur sum fáur.

Og so hevði Páll besta avsetti, sum eg havi sæð í føroyskari hondbóltssøgu. Hann ikki bara hoppaði høgt, men var akkurát sum hangandi í luftini og skeyt so upp um verjuna, tá ið verjuleikararnir vóru farnir niður aftur.
Páll Poulsen hevði eitt heilt serligt avsett (Mynd úr "Góðir gulir dagar")

Aldarinnar leikari í Vestmanna

VÍF spældi komandi árini móti Víkingi úr Íslandi, Urædd úr Noregi, Tusem-Essen úr Vesturtýsklandi og Redbergslid úr Svøríki. Fleiri ferðir var nær við góðum úrslitum, men tá ið av tornaði vóru hinir altíð betri.

Nærmast við at vinna, var í fyrsta Europa Cup dystinum í nýggju høllini í Vestmanna, tá ið íslendsku meistararnir Víkingar vitjaðu á heysti 1986.

Fyrri dystur endaði við javnleiki 26-26, eftir at VÍF hevði smitað sigurin burtur í seinastu minuttunum. Víkingur vann seinna dystin 16-12.

Burtur úr rúgvuni má eisini nevnast dysturin móti svenska stórliðnum, Redbergslid úr Gøteborg í 1988.

Á liðnum var ein ávísur Magnus Wislander, sum seinni var valdur til aldarinnar handbóltsleikara av altjóða hondbóltssamgonguni IHF. Hann rúnarbant millum annað vestmenningar við einum frálíkum undirhondskoti, sum føroyingar ikki høvdu sæð áður.

Unglingar vendu dysti móti Dinamo Bukarest

Nú kom stígur í evropeiska hondbóltin hjá VÍF, og 1990-árinum var VÍF bara tríggjar ferðir í Evropa og spældi. Tað var móti finsku liðunum Dicken og Dennis Turku í 1993 og 1999, og so ikki minst móti Dinamo Bukarest í 1997.

Eg var staddur uttanlands tá Dinamo var í Føroyum, men sá brot av dystinum í ítróttasendingi hjá Sjónvarpi Føroya í føroyingafelagnum í Århus.

Eftir at hava tapt fyrsta dystin greitt, gav venjarin Kári Durhuus móti endanum av seinna dystinum teimum ungu leikarunum møguleikan.

Teir ungu gjørdu tó ikki mætari enn at venda dystinum og vunnu 17-16. Tað var hendan dystin, at Sámal Joensen veruliga trein inn á vaksnamannapallin í føroyskum hondbólti, og minnist meg rætt, so skoraði hann avgerandi málið.

Á liðnum hjá Dinamo spældi, tann ungi Daniel Rapa, sum árið eftir kom at spæla við VÍF, og við sær hevði hann konuna, Joanu, sum setti veruligan dám á kvinnuhondbóltin í Vestmanna komandi árini. Tey búgva, sum øll vita, framvegis í Vestmanna. Tey keyptu okkara hús í 2003, og búgva har enn.


Báðir dystirnir í Luksemborg

Í kvøld og í morgin verður spennandi aftur at síggja menninar hjá VÍF í Europa Cup.

Báðir dystirnir verða, sum nevnt, spældir í Luksemborg, í kvøld, leygarkvøldið og sunnukvøldið. Báðir dystirnir byrja kl. 18.00.


---------------------------


Yvirlit yvir evropeiskar dystir hjá VÍF:

1976:
9. oktobur í Íslandi
FH (Ísland) - VÍF 28-13 (13-6)

23. oktobur í høllini á Hálsi í Havn
VÍF – FH (Ísland) 20-25 (11-9)

1980
11. oktobur 1980 í høllini á Hálsi í Havn
VÍF - Brentwood HC (Ongland) 30-23 (15-9)

12. oktobur 1980 í høllini á Hálsi í Havn
Brentwood HC (Ongland) – VÍF 22-34 (9-15)

13. desembur í høllini á Hálsi í Havn
Lugi HK (Svøríki) – VÍF 28-21 (14-7)

14. desembur í høllini á Hálsi í Havn
VÍF - Lugi HK (Svøríki) 19-30 (8-15)

1982
10. oktobur í høllini á Skála
VÍF – Víkingur 19-35 (8-18)

11. oktobur í høllini á Hálsi í Havn
Víkingur - VÍF 33-27 (10-9)

1984
13. oktobur í Moskva
ZSKA Moskva (Sovjet) - VÍF 35-12 (15-4)

19. oktobur í høllini á Skála
VÍF - ZSKA Moskva (Sovjet) 18-25 (7-11)

1985
5. oktobur Í høllini á Skála
Urædd (Noreg) - VÍF 19-18 (10-8)

6. oktobur í høllini á Hálsi í Havn
VÍF – Urædd (Noreg) 22-30 (8-17)

1986
28. septembur í høllini í Vestmanna
VÍF – Víkingur (Ísland) 26-26 (12-14)

29. septembur í høllini á Hálsi í Havn
Víkingur (Ísland) - VÍF 16-12 (6-6)

1987
2. oktobur í høllini í Vestmanna
VÍF - Tusem-Essen (Vesturtýskland) 17-28

3. oktobur í høllini í Vestmanna
Tusem-Essen (Vesturtýskland) - VÍF 30-18

1988
4. novembur í høllini í Vestmanna
Redbergslid IK (Svøríki) - VÍF 27-17 (16-6)

5. novembur í høllini í Vestmanna
VÍF – Redbergslid - VÍF 16-25 (6-11)

1993:
25. septembur í Finnlandi
IK Dicken (Finnland) - VÍF 28 - 16 (13 - 6)

2. oktobur í Vestmanna
VÍF - IK Dicken (Finnland) 17-22 (7-9)

1997
13. septembur í Vestmanna
VÍF - Dinamo Bucuresti 20-25 (11-12)

14. septembur í Vestmanna
Dinamo Bucuresti - VÍF 16-17 (9-7)

1999
3. septembur í Vestmanna
VÍF - Dennis Turku 25-29 (14-14)

4. septembur í Vestmanna
Dennis Turku - VÍF 22-13 (10-8)

-------------------------------

Keldur:
  • Góðir gulir dagar, Helgi Jacobsen
  • Føroysku bløðini á tidarrit.fo
  • Wikipedia

Troyggjurnar eru klárar til dyst í Luksemborg