Enn eitt skuffandi avrik

EM-undandystur, bólkur E, Føroyar - Pólland 0-2 (0-1)

Føroyar komu afturum beinanvegin, eftir at ein bóltur ikki varð ruddaður burtur, og Føroyar megnaðu ongantíð at svara aftur.

Beinanvegin í seinni hálvleiki gjørdist mótbrekkan upp aftur størri, tá ið Hørður Askham fekk reytt kort.

Nú høvdu póllendingar fullkomið tamarhald á støðuni, og tá ið teir gjørdu tað til 2-0, var dysturin endaliga avgjørdur.

Enn eitt skuffandi avrik frá okkara landsliði, sum í løtuni tykist fullkomuliga steðga upp undir Håkani Ericson.


Yvir 3000 atgongumerki vóru seld til dystin, og millum annað vóru sera nógvir póllendingar á Tórsvølli, og teir hoyrdust sera væl.

Håkan Ericson valdi sum væntað at halda seg til tað trygga og valdi 11 royndar mans at byrja á vøllinum. Miðalaldurin á liðnum táttaði í teimum 30 árunum.

Veðrið blíðkaði beint sum dysturin byrjaði, og fyrstu løtuna leikaði javnt á.

Í 4. minutti varð ein bóltur sendur inn í brotsteigin hjá Føroyum, og har ruddaði Viljormur Davidsen sera vánaligt burtur, og umvegis ein annan pólskan leikara, endaði bólturin hjá Sebastian Symanski, sum við vinstra beininum legði bóltin í málið við einum góðum skoti frá brotsteigamarkinum.

Nú tyktust póllendingar nøgdir við støðuna, og næstu løtuna lótu teir Føroyar spæla bóltin runt. Inn í millum fóru okkara menn eisini langt fram á vøllin at leggja trýst á Pólland. Føroyar komu tó ikki til nakrar møguleikar.

Í veruleikanum var Pólland vandamiklari, tá ið teir fóru í mótálop, og nakrar ferðir var nær við, at teir komu til heilt góðar møguleikar. Eina ferð blokkeraði René Shaki Joensen, og einaferð kom Mattias Lamhauge í málinum í millum eitt flatt innlegg.

Tá ið umleið hálvur tími var spældur, fingu Føroyar tvey hornaspørk. Tað seinna gjørdist veruliga vandamikið. Jóannes Bjartalíð sendi hornasparkið væl innfyri, og har skallaði Brandur Olsen móti málinum, og ein póllendingur mátti bjarga á strikuni.

Pólland helt fram at koma í vandamiklar støður, og serliga riggaði væl hjá teimum at koma í gjøgnum í okkara høgru síðu, har René hevði ávísar trupulleikar.

Seinastu løtuna fyri steðgin hendi ikki tað stóra, og liðini tyktust at bíða eftir hálvleikinum. Kortini fingu Føroyar eina góða frísparksstøðu, men flata frísparki frá Jóannes Bjartalíð lá eitt sindur ov innarliga til at nakar fekk fótin á bóltin.

--------------

Seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, so gjørdist mótbrekkan hjá Føroyum uppaftur størri. Í fyrsta umfari, sá út til, at Hørður Askham slapp við hvøkkinum, tá ið hann takklaði ein leysan póllending á brotsteigarmarkinum. Dómarin varð tó biðin um at hyggja eftir støðuni í VAR-skerminum. Eftir eina góða løtu valdi dómarin at døma fríspark til Pólland og reytt kort til Hørð.

Hóast tað nú bara ráddi um at verja fyri hjá føroyingum, so høvdu vit nøkur álop. Millum annað varð tað til tvey hornaspørk, men tey gjørdust ikki serliga vandamikil.

Pólland hevði nú bóltin meira og meira, og tá ið 20 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, var eitt innlegg úr vinstru síðu skrúva innfyri, og har skallaði Adam Buksa bóltin í málið.

Dysturin var nú avgjørdur, og tað hendi ikki tað stóra. Håkan Ericson valdi at halda áfram at spæla við somu monnum, hóast teir týðiliga gjørdust troyttari og troyttari.

Í 75. minutti valdi Håkan tó at skifta tríggjar leikarar út. Brandur Olsen, Jóannes Bjartalíð og Jóan Símun Edmundsson fóru út, og inn komu Andrass Johansen, Pætur Petersen og Ári Mohr Jónsson. Løtu seinni kom Jóannes Kalsø Danielsen inn fyri Jákup Andreassen.

Dysturin koyrdi nú í tómgongd, og meðan tað oysti niður á Tórsvølli, og Skansin sang tjóðsangin, endaði dysturin 2-0.

Tað er sjálvandi ikki nøktandi at tapa, og Føroyar vóru ógvuliga langt frá at náa einum úrsliti. Manglandi hugsavnan í nøkrum støðum kostaðu nógv.

Í hinum endanum var okkara landslið ógvuliga tannleyst. Tað sær ikki út til, at vit hava nakra veruliga ætlan at koma í vandamiklar álopsstøður.

Kanska er tað bara tað, at vit hava eitt aldrandi landslið, sum er koyrt troytt í sær sjálvum. Ikki tað at leikararnir eru ov gamlir hvør sær. Men tá ið alt liðið er vorðið ov gamalt í senn, so tykist alt tað óvæntaða at vera horvið.

So hvørt sum landsliðið eldist, tykist støðan at gerast verri og verri. Men enn eru eingin tekin upp á, at Håkan ætlar at royna nakað nýtt.
------------------------------

Håkan Ericson valdi hesar 11 at byrja á vøllinum í kvøld:

Mattias Lamhauge - Rene Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen, - Gunnar Vatnhamar, - Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Jákup Andreasen, Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð  - Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum eru: Bárður á Reynatrøð, Bjarti Mørk, Jóannes Kalsø Danielsen, Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic, Klæmint Olsen, Petur Knudsen og Pætur Petersen.




------------------------------

Undan dystinum:

Skulu royna at bjarga skuffandi undankapping



EM-undandystur, bólkur E, Føroyar - Pólland
Á Tórsvølli hóskvøldið 12. oktobur kl. 19.45
(Sjónvarpið sendir dystin beinleiðis)

Hóskvøldið kl. 19.45 spælir føroyska landsliðið seinasta heimadystin í hesum EM-undanspælinum móti Póllandi. Yvir 3000 áskoðarar væntast á Tórsvølli

Føroyar skulu royna at fáa okkurt stigi afturat tí eina, sum vit higartil hava fingið í einari av vánaligastu undankappingunum hjá Føroyum nakrantíð.

Stóra stjørnan hjá Póllandi, Robert Lewandowski, er ikki við í Føroyum. Men pólendingar er uppsettir at spæla undir nýggjum landsliðsvenjara. Undanfarni venjarin varð sendur til hús, eftir eina higartil sera skuffandi undankapping. Teir hava tó framvegis møguleika at spæla seg víðari. Men so krevst ein sigur móti Føroyum.

Dysturin á FaroeSoccer

Dysturin á uefa.com

Dysturin á dystir.fo

------------