Eysturríki hjálpti Føroyum

Eftir at okkara manslandslið í hondbólti tapti fyrr í dag tapti móti Rumenia, kom tað sera væl við, at oddaliðið í EM-undanbólki 4, Eysturríki, í kvøld vann 31-28 á Ukraina.

Ukraina var annars framman fyri allan dystin. Men seinasta korterið kom Eysturríki frammum og vann dystin.

Føroyar og Ukraina kappast um at gerast nummar trý í bólkinum.

Støðan, nú tveir dystir eru eftir at spæla, er tann, at Føroyar og Ukraina hava tvey stig hvør. Men av tí, at Ukraina er betri í innanhýsis dystum móti Føroyum, so er Ukraina nummar 3 og Føroyar nummar 4. Ukraina vann fyrra dystin móti Føroyum 29-25.

Tann 26. apríl spæla Føroyar og Ukraina í høllini á Hálsi. Føroyar mugu vinna tann dystin. Gera vit tað fara vit upp á fýra stig, og teir hava framvegis tvey.

  • Fyri at gerast betri í innanhýsis dystum móti Ukraina, mugu Føroyar vinna dystin við meira enn fýra málum, ella við fýra málum, samstundis sum teir ikki skora meira enn 24 mál. Gera vit tað, so er triðja plássið tryggjað, sama hvat hendir seinasta dystarumfar.

  • Vinna vit við færri enn fýra málum, mugu vit bíða til seinasta umfar, at vita, um Føroyar verður nummar trý ella fýra. 

  • Tapa vit móti Ukraina, so er møguleikin at gerast nummar trý og at koma til EM-endaspælið farin.

  • Spæla vit javnt, mugu vit fáa fleiri stig enn Ukraina í seinasta umfari.

Støðan í okkara bólki er hendan

bólkur 4DvjTMáLS
1
Eysturríki
4400135 - 1198
2
Rumania
4202117 - 1074
3
Ukraina
4103114 - 1282
4
Føroyar
410398 - 1102
Klára Føroyar at gerast nummar trý skal okkara stigatal og málmunur móti nummar 1 og 2 í okkara bólki vigast upp móti úrslitunum hjá nummar trý úr hinum sjey bólkunum. 

Um Føroyar klára triðja plássið, so sær 3-arar-støðan í løtuni gott út fyri okkum. Vit hava fingið 2 stig móti Rumenia, og tað er bara ein annar 3-ari, Grikkaland, sum hevur fingið stig móti nummar 1 og 2 í sínum bólki. Men nógv kann broytast, tí í hinum bólkunum er bara tríggir dystir spældir.

Í seinasta umfari spæla Føroyar móti Eysturíki á útivølli, og Ukraina spælir móti Rumenia.