Brendu alt ov nógv

 

Manslandsdystur í hondbólti EM 24-undanbólkur 4: 
Rumenia - Føroyar 25-17 (14-10) 
Føroysku hondbótsmenninir spældu kanska ikki upp til sítt besta á útivølli móti Rumenia. Kortini var verjuspælið í lagi, og álopspælið var eisini í stóran mun góðtikið. Trupulleikin var bara, at okkara menn brendu alt ov nógvar málmøguleikar.

Einans 17 ferðir eydnaðist at fáa bóltin í málið hjá Rumenia, og tá verður eingin dystur vunnin. Rumenia skoraði 25 ferðir. 

Fyrstu løtuna fylgdust liðini, og tað sá bara gott út. Nicholas Satchwell stóð væl í málinum, men tíverri stóð málverjin hjá Rumena eisini sera væl.  

Tá ið 8 minuttir vóru spældir var 4-4. Men so fóru rumenar frá okkum, og Føroyar komu ongantíð aftur í aftur. 

Tað var ikki tað, at Rumenia spældi so øgiliga væl, sum broytti dystin. Føroyar høvdu minst líka lætt við at koma til møguleikar. Men trupulleikin var bara, at okkara leikarar brendu í ólukku mát. Allir okkara leikarar brendu, og tann einasti, sum endaði omanfyri 50% í gagnnýtslu av skotum sínum, var Teis Horn Rasmussen, sum skoraði upp á bæði sínar møguleikar.

Sjálvt Hákun West av Teigum, sum plagar at vera tryggleikin sjálvur, brendi helvtina av sínum møguleikum, og Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði einans tvær ferðir.

Vit hingu tó í fram til hálvleiks. Munurin minkaði einaferð niður í tvey mál, og tá ið farið var til hálvleiks var støðan 14-10, og Rumenia hevði júst fingið ein mann útvístan.

Vit komu eisini niður á trý mál beint eftir hálvleik og vóru í álopsstøðu at minka til tvey. Tað eydnaðist ikki, og so gekk skjótt skeiva vegin, og tá ið munur var mestur, vóru níggju mál á muni. 

Seinastu løtuna komu allir eykamenninir inn, og endin varð, at Føroyar taptu við átta málum 25-17.

25 mál í móti er ikki nógv í hondbólti. Tí var tað í hinum endanum, at dysturin var taptur. Bara at skora 17 mál er ov vánaligt, og tað skyldast eitt ótal av brendum møguleikum. 

Okkara menn høvdu leingi rímiliga lætt við at spæla seg í gjøgnum til rimmar møguleikar, men vit skoraðu einans upp á 39% av okkara møguleikum, meðan teir skoraðu upp á 53 %. Og tá skal takast við at nógvir av okkara møguleikum vóru úr púra leysari støðu.

Tveir leikarar spældu fyrsta landsdystin í dag. Næstan tveir metrar høgi Hallur Árason kom inn á høgra bakk og skoraði eitt mál. Aleksander Lacok fekk eisini sínar fyrstu minuttir í málinum. 

Hesin dystur var vónandi ein lærdómur hjá okkara blaðunga landsliði, og tað var eisini væntandi, at Føroyar fóru at tapa hendan dystin. 

Vit sóu kortini, at vit kunnu vera við. Verjuspælið var góðkent, og vit kláraðu eisini at koma til møguleikarnar. Men, sum nevnt, so hongur brendaroykurin enn í høllini í Bukarest.

Ósigurin ger helst, at annað plássið í bólkinum er farið. Føroyar eru farnar niður á fjórða plássið, og tí bendir alt á at avgerandi dysturin verður móti Ukraina í høllini á Hálsi 26. apríl. 

Í kvøld spæla Eysturíki og Ukraina dyst í okkara bólki. Eysturríki tykist at vera besta landi í bólkinum, og tað er eisini best fyri Føroyar, um Eysturríki vinnur dystin.
Tann dysturin sæst á EHFTV kl 19.25 føroyska tíð (ókeypis hald)

Føroyskir málskjúttar:
Hákun West av Teigum 4
Teis Horn Rasmussen 2
Leivur Mortensen 2
Rói Berg Hansen 2
Tróndur Mikkelsen 2
Elias Ellefsen á Skipagøtu 2
Helgi Hildarson Hoydal 1
Óli Mittún 1
Hallur Arason 1



Samandráttur av dystinum á Youtube-rásini hjá EHF:




Beinleiðis tekstfrásøgn á síðuni hjá EHF