Manslandsliðið í hondbólti, leygardagin 11. mars 2023 kl. 15.00
EM 24 undanbólkur 4: Rumenia - Føroyar
Sjónvarpið vísir dystin >> og FM1 varpar dystin út
Seinnapartin kl. 15.00 spæla okkara hondbóltsmenn aftur móti Rumenia, sum Føroyar vunnu móti í mikukvøldið.
Um Føroyar megna at enda á triðja plássi í bólki 4, so er tað helst nokk til at spæla seg til EM-endaspælið í Týsklandi í januar í 2024.
Í løtuni hava Rumenia, Føroyar og Ukraina øll 2 stig, og Føroyar eru á triðja plássi. Fýra teir bestu 3-ararnir í teimum átta bólkunum koma víðari.
Í løtuni eru Føroyar tann besti 3-arin, og støðan ger, at tað helst er nokk hjá Føroyum at vinna ein dyst afturat í teimum trimum dystunum, sum mangla.
Fyrsti møguleikin er so seinnapartin í dag niðri í Rumenia. Hóast vit vunnu á Rumenia mikukvøldið, so er tað nakað heilt annað at spæla á útivølli, og Rumenar er sjálvandi sera uppsettir at hevna ósigurin móti "smádreingjunum" úr Føroyum.
Seinast í apríl fáa okkara hondbóltshetjur aftur tveir møguleikar. Fyrst vitjar Ukraina í høllini á Hálsi tann 26. apríl, og tað verður helst tann dystin vit skulu seta nøsina upp eftir at vinna. Øll 1500 atgongumerkini eru longu seld til tann dystin.
Nakrar dagar seinni, tann 30. apríl spæla Føroyar úti móti Eysturríki, sum higartil hevur vunnið allar dystirnar og tykist at vera klárt besta liðið í bólkinum. So tá verður sera torført at fáa nakað burtur úr.