Hondbóltsmenninir nú á EM-endaspælsplássi

Í okkara EM-undanbólki í hondbólti vann Eysturíki í kvøld 38-31 á Ukraina. Tað merkir, at Føroyar fluttu upp á triðja plássið í bólkinum.

Um gjørt var upp beint nú, so høvdu føroysku hondbóltsmenninir veríð í EM-endaspælinum. Men tað eru 3 dystir eftir. 

Føroyar eru í løtuni  besti 3-arin. Tað eru 8 bólkar, og fýra teir bestu 3-ararnir koma til til EM-endaspælið í Týsklandi í januar 2024.

Í okkara bólki hava Føroyar, Rumenia og Ukraina 2 stig hvør. Rumenia hevur málúrtøkuna +2, Føroyar -4, og Ukraina -11.

Støðan í EM-undabólki 4

DVJTMÁLS
1
Eysturríki
3300104 - 916
2
Rumania
310292 - 902
3
Føroyar
310281 - 852
4
Ukraina
310286 - 972

Støðan millum 3-ararnar úr øllum 8 bólkunum
Støðan verður gjørd upp eftir dystum móti nummar 1 og 2 í bólkinum
(Øll londini hava spælt 3 dystir)